Umleggingin á føðideildini
? Nú føðideildin á Landssjúkrahúsinum verður umskipað, hava vit gingið ymskjunum frá barnalæknunum á møti, fyri at onki skal vera at finnast at á tí læknafakliga økinum.
Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, var illa við tá ið hann las Sosialin ein dagin í farnu viku, har ið vit greiddu frá hvussu ivasamir barnalæknarnir á Landssjúkrahúsinum vóru um ætlaður umleggingarnar á føðideildini.
? Tað er rætt, at barnalæknarnir hava sett síni spurnartekin við umleggingina á føðideildini. Men síðani hava vit broytt ætlanina fyri at ganga ynskjunum frá barnalæknunum á møti.
Stjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at sostatt hava barnalæknarnir ikki longur nakra læknafakliga atfinning ímóti umleggingini.
Tað, sum barnalæknarnir serliga heftu seg við, var at tað mátti altíð vera tveir sjúkrarøktarfrøðingar á vakt ísenn fyri at tryggja, at sjúk pinkubørn og sjúkar barnakonur fingu fult forsvarliga røkt.
Teir hildu at skal umleggingin fremjast, eigur tað at tryggjast at tað verða ikki vera færri enn tveir sjúkrarøktarfrøðingar á vakt ísenn fyri at tryggja røktina hjá sjúkum barnakonum og sjúkum pinkubørnum.
? Síðan hava vit lagað umleggingina til hesi ynskini frá barnalæknunum, so at tað vera altíð tveir sjúkrarøktarfrøðingar á vakt, har tað áður vóru tríggir ella fýra sjúkrarøktarfrøðingar á vakt.
Poul Geert Hansen sigur, at síðani eru barnalæknarnir kunnaðir um broytingarnar og nú hava teir ongar viðmerkingar til umleggingina.
Sjúkrarøktarfrøðingar skulu framvegis røkta
Umlegginginin á føðideildini hevur verið fyrireikað leingi og barnalæknarnir harmast um, at teir ikki hava verið meiri við í viðgerðini.
? Tað er rætt, at teir ikki hava verið so nógv við í sjálvari viðgerðini, men tað kemst av, at umleggingin rakar ikki teirra økið sum læknar.
?Umleggingarnar koma ikki at ávirka tað neonatala virksemið á føðideildini. Tað neonatala virksemið er tað, sum hevur við sjúk pinkubørn og sjúkar barnakonur at gera.
? Tað verða ongar broytingar gjørdar á tí økinum. Higartil hava tað verið sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum hava tikið sær av at røkta sjúk pinkubørn og sjúkar barnakonur og tað koma framvegis bara at vera sjúkrarøktarfrøðingar, sum koma at hava tað røktina um hendi.
Poul Geert Hansen sigur, at fyri at staðfesta tað og fyri at onki ivamál skal vera, er tað beinleiðis ásett í endaligu avgerðini, at tað skulu ongantíð vera færri enn tveir sjúkrarøktarfrøðingar á vakt í senn, sum var ynskið frá barnalæknunum.
? Tað er sjúkrahúsleiðslan, sum hevur ábyrgdina av, hvussu arbeiðið er skipað og tað er sjálvsagt, at vit fara ikki at gera nakað, sum er til skaða fyri sjúklingarnir, tí tað dettur bara aftur á okkum sjálvi.
Kortini siga barnalæknarnir, at teir vilja helst varðveita skipanina sum er,tí hon hevur givið framúr góð úrslit samanborið við hini norðurlondini.
? Tað er rætt, men umleggingin fer ikki at ávirka tað neonatala virksemið, altso tað, sum hevur við sjúku at gera og tí hava teir ongar fakligar atfinnginar ímóti umleggingini. Umleggingin verður heldur ikki framd, tí vit hava nakað at finnast at ella tí at føðideildin ikki hevur virkað væl, tí tað hevur hon. Umlegginging verður framd fyri at hava eina meiri samanhangandi skipan, fyri at hava eina meiri kostnaðareffektiva skipan og fyri at kunna størri nyttu burturúr arbeiðsmegini.
Men barnalæknarir meta ikki, at talan verður um stórvegis sparingar?
? Eg veit ikki, hví barnalæknarnir siga tað, tí teir hava ikki so nógv við fíggjarligu viðurskiftini at gera og sparingin er 1,7 millión um árið.