Tvingaðir at játta seg sekar í neyðtøku

Verjin hjá trimum av monnunum, sum eru ákærdir fyri at hava neyðtikið og bukað eina kvinnu í einum bussi í indiska høvuðsstaðnum New Dehli tann 16. desember, sigur, at løgreglan brúkti harðskap til at tvinga menninar at játta seg sekar.

Verjin, M. L. Sharma, segði við tíðindastovuna AFP í morgun, at løgreglan er farin illa við øllum teimum ákærdu og hevur tvingað teir til at siga tað, sum ákæruvaldið vil hava teir at siga.

-Teir tríggir, sum eg eri verji hjá, hava verið tvingaðir til at játta brotsverk, sum teir ikki hava framt, segði verjin uttan fyri dómhúsið í morgun.

Talsmaðurin hjá løgregluni vildi ikki gera viðmerkingar til skuldsetingarnar hjá verjanum.