Tvey partrolarapør á Íslandsrygginum

Fýra djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap, og onkur teirra kemur helst inn at landa í næstu viku.

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa, men framvegis er fiskiskapurin smáligur. Skipini koma inn at landa so hvørt, sum næsta vika gongur. Tvey partrolarapør eru á Íslandsrygginum og fiska tosk.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fýra djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap, og onkur teirra kemur helst inn at landa í næstu viku. Djúpvatnstrolararnir fiska tosk, hýsu, upsa, svartkalva og kongafisk.

 

Um trolbátarnar verður sagt, at allir liggja við bryggju í løtuni, men væntandi fara onkrir bátar út aftur í næstum.

 

Onnur føroysk skip, sum eru til fiskiskap undir Føroyum í løtuni, eru tvey garnaskip, sum fiska svartkalva. Tey koma væntandi bæði inn at landa síðst í vikuni sum kemur.