Tveir koyrdu yvir 100 km/t

Tveir bilførarar fingu hvør sítt klipp í koyrikortið frá løgregluni. Tað var við tunnilsmunnan við Norðskála, at løgreglan steðgaði teimum.

 

Annar koyrdi 109 km/t og hin koyrdi 106 km/t. Tað verður lønt við einum klippi.

 

Ein annar bilur fór av vegnum í gjáramorgunin, millum Hósvík og Hvalvík. Nakað av krapa var á vegnum og tí fór bilurin á glið. Eingin fólkaskaði hendi í óhappinum.