Tvørkirkjuligt tiltak í Ítróttarhøllini í Runavík 2. jólakvøld

Enn einaferð verður skipað fyri einum tvørkirkjuligum kvøldi í høllini í Runavík.

 

Tað eru samkomurnar runt fjørðin, sum skipa fyri tí. Endamálið við tiltakinum er fyri tað fyrsta at skapa eitt høvi fyri trúgvandi at savnast um jólini at »feira« Jesus og at hitta onnur trúgvandi til felagsskap og uppbygging. Fyri tað næsta vilja fyrireikarar eisini verða við til at bjóða fólki, sum ikki vita hvar tey skulu fara 2. jólakvøld, ella ætla sær í »býin«, at koma í høllina at hoyra og síggja at gleðiboðskapurin so sanniliga ikki er turrur ella fyri øll »hini«, men at hann eisini er fyri tey.

Fyrireikararnir siga, at aldrin áður er meira neyðugt at venda um til Harran og velja hann. Hann kann geva tær tað mest spennandi lívið tú yvirhøvur kanst hugsa tær.

Skráin annars fyri kvøldið er, at tað er skipað í tveimum umførum. Í fyrru helvtini verður felagssangur, dansibólkur, vitnisburður og lovsangur.

Hin seinna helvtin verður meira við luttøku av ymsum gospelbólkum, m.a. Saltbrøður, dansibólkur v.m. Til endans verður lovsangur áðrenn Jeffri Johannesen tekur samanum.

Umleið kl. 22.00 verður kaffi/te, har fólk kunnu hitta vinir og kenningar og nýta høvið at práta saman. Kaffi er ókeypis.

Sum sagt eru øll hjartaliga vælkomin, stór sum smá. Kvøldið byrjar kl. 20.00.

Fyrireikararnir eru Keldan, Missiónshúsið Glyvrar, Ørkin, Lívsins Orð og Berøa.