##med2##
Kyndil vann ein sannførandi 30-21 sigur á Neistanum í SMS-deildini í kvøld. Í steðginum var Kyndil á odda 13-11. Við sigrinum vunnu Kyndilskvinnur seg upp á annað plássið.
Neistin legði út við at mansverja Súnu Krossteig Hansen frá fyrsta bríksli, men Turið Arge Samuelsen slær fast, at hon og hinar á Kyndils-liðnum høvdu eitt móttrekk, og Turið gjørdi sanniliga sítt við at skjóta heili 12 mál. Unga og evnaríka Natasja Hammer skoraði seks mál fyri Kyndil.
Gunnfríð P. Nólsoy og Ingunn Kristina Persson vóru toppskjúttar hjá Neistanum við fimm málum hvør.
Venjarin hjá Neistanum, Kári Horn greiðir frá, at Súna Krossteig Hansen hevur so stóran leiklut á Kyndils-liðnum, og tí vóru tær hjá Neistanum noyddar at mansverja hana. Kári heldur, at mansverjan gekk væl, men Neistin fekk ov lítið burturúr aðru fasuni av spælinum, og tað kostaði.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Turið Arge Samuelsen og Kára Horn aftaná dystin.
Sunnudagin klokkan 14 tekur Kyndil móti H71. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá tí dystinum á FM1. Sjúrður sigur eisini frá dystinum millum mansliðini hjá Kyndli og H71, ið byrjar klokkan 16.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 9 | 249 | 198 | 51 | 14 |
KYNDIL | 8 | 214 | 146 | 68 | 12 |
H71 | 8 | 212 | 185 | 27 | 12 |
NEISTIN | 9 | 217 | 198 | 19 | 10 |
STJØRNAN | 9 | 225 | 240 | -15 | 8 |
STÍF | 9 | 193 | 270 | -77 | 4 |
VB | 8 | 169 | 242 | -73 | 0 |