Útseta pínuna við almennum stuðuli

Fer landið nú at lata stuðul til at innflyta frystan fisk, fer tað bara at útseta pínuna, samstundis sum vandi er fyri, at avreiðingarprísurin hjá føroyskum skipum fer at lækka, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á handilsskúlanum og virkisráðgevari

- Almennur stuðul eigur ikki at verða latin eini doyggjandi vinnu. Almennur stuðul eigur heldur ikki at verða latin tin eina vinnu, sum átti at havt gjørt neyðugar tillagingar fyri fleiri árum síðani.

Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya handilsskúla og virkisráðgevari, mælir frá at taka undir við uppskotinum um, at nú skal tað almenna aftur fara at lata stuðul til at keypa frystan fisk uttanlands.

Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at lata almennan stuðul til at keypa fisk uttanlands og flyta hann heim til Føroya at verða virkaðan á fiskavirkjunum kring landið fyri at bøta um arbeiðsloysið.

Bæði Fiskavirking og Vaðhorn hava talað heitt og innaliga fyri einum slíkum uppskoti, tí sagt verður, at tað hevði kastað nógv meiri av sær til samfelagið, enn hetta kostar landskassanum í stuðuli.

Eisini Samtak hevur mælt politikarunum til at taka væl ímóti uppskotinum.


Avreiðingarprísurin lækkar

Reidar Nónfjall staðfestir, at marknaðarkreftirnar megna ikki at takkla kreppuna og skeivleikar, sum eru og heldur ikki kappingina.

Tí skal fiskivinnan nú hava andahjálp.

- Endamálið við almennum stuðuli kundi verið at fingið eitt andarhald til at fyrireika og gera umstillingar í vinnuni á landi og síðan steðga stuðlinum, tá ið vinnan sjálv megnar neyðugu virðisøkingina og lønsemi, sigur hann.

Hinvegin staðfestir hann eisini, at sum oftast er stuðul kappingaravlagandi.

- Verður stuðul latin til at innflyta frystan fisk til Føroya, er sostatt vandi fyri, at fiskiflotin fer at fáa fáa lægri avreiðingarprís í Føroyum, samstundis sum tað er ólógligt at avreiða meiri enn 25% av fiskinum uttanlands, har prísurin kanska er hægri enn at landa í Føroyum – serlig um stuðul verður veittur.

Hann staðfestir, at samanumtikið er stuðul til høvuðsvinnuna ein stuttskygd neyðloysn, sum skal avloysast av heilt øðrum tiltøkum og inntrivum.

Hann vísir annars á, at tað kann góðtakast, at lond í krepputíðum fremja serlig vinnulig átøk og skapa serligar karmar at virka undir í styttri og avmarkað tíðarskeið. - Enda¬málið við stuðuli kann verða at skapa støðufesti og forða fyri skaðiligum stutt¬tíðarárinum.

- Vanliga fylgja við krøv við stuðlinum um, at hann ikki verður latin til sjálvan raksturin, men heldur til vøru ella marknaðarmenning. Í USA hevur tað almenna skipað fyri, at peningastovnar kunnu lána út sera stórar upphæddir til at bjarga nøkrum av teirra høvuðsvinnum ella søguliga stóru vinnum.


Útseta pínuna

Reidar Nónfjall sigur, at sostatt er stuðul vanliga ein hjálp til sjálvhjálp.

- Men stuðul eigur ikki at veitast til eina doyggjandi vinnugrein ella til eina vinnu, sum átti at havt gjørt neyðugar tillagingar fyri 5-8 árum síðani.

- Í slíkum førum førum er stuðul at meta sum ein respirator¬loysn, ella ein skipan, sum tekur yvir tær funktiónir, sum vanliga skulu virka.

- Og tá ið stuðulin so heldur uppat, fer vinnan við í fallinum.

Hann heldur, at tí er vandi fyri, at stuðul til at keypa frystan fisk, fer at føra við sær, at ongar neyðugar tillagingar verða gjørdar í fiskivinnnuni tey næstu tvey ella fýra árini, hvørki kapasitetstillagingar ella aðrar bygnaðarbroytingar.

- Talan er um enn einaferð um ein kodda og ein máti hjá politikarunum til enn einaferð at sleppa undan at taka ábyrgd av fiskivinnuni og gera tær tillagingar, sum krevjast skjótast møguligt, áðrenn øll vinnan fer fyri bakka bæði buskaparliga og í aðrar mátar.

Hann leggur tó áherðslu á, at tað kundi eisini verðið góðtikið, at landskassin letur stuðul til ávísar vinnur í eini krepputíð.

Hann vísir til aðrar kreppuloysnir, sum eru gjørdar. Kendasta kreppuloysnin er Fiskavirking.

Men tann loysnin bleiv varandi, alt, alt ov leingi.

Og júst tað er vandin við kreppuloysnum

-Við eini kreppuloysn verður neyðugt við neyvari og strangari politiskari stýring.

Og tað er her, at reidar Nónfjall hevur sín stóra iva.

- Ein kreppustuðul má undir ongum umstøðum standa einsamallur, tí við honum eigur at avgjørt krav at fylgja við um neyðugar tillagingar í fiskivinnuni og so eigur stuðulin at fella burtur, beinanvegin tillagingarnar eru framdar.

- Spurningurin er bara, um politikararnir megna at stýra stuðlinum og at fylgja kravinum um tillagingar, so at stuðulin verður ein hjálp til sjálvhjálp í staðin fyri bara ein respiratorhjálp.


Ógvuliga ógreitt

Stjórin á handilsskúlanum heldur, at tað er ógvuliga ógreitt, hvat stuðul til fiskivinnuna á landi í veruleikanum munar ella hevur við sær, tá ið hugsað verður um vánaliga lønsemið í vinnugreinini seinastu nógvu árini.

- Hvørji virkir skulu hava stuðul, spyr hann. Skulu eisini tey virki, sum standa til at verða avtikin fáa stuðul á jøvnum føti við tey, sum hava gott lønsemi og sum búskaparliga megna kappingina við tollforðingum?

Og hvussu ætlar landsstýrið at býta slíkan stuðul og hvørjar mannagongdir skulu brúkast?

Hann spyr eisini, hvørja støðu landsstýrið hevur til ES marknaðin og limaskap í hesum handilssfelagskapi.

Hann finst eisini at landsstýrinum tí hann heldur, at tað hevur í veruleikanum ongan almennan vinnupolitikk í hesum krepputíðum og fá ítøkilig vinnulig tiltøk síggjast á fíggjarlógini fyri 2010.


Mugu læna fyri at stuðla

- Stuðul til ávísar vinnur skapar fordømi, og tað verður ógjørligt hjá politisku myndigleikunum at stýra og grundgeva fyri, at ein ávís vinna hevur størri tørv á stuðuli enn ein onnur.

Harafturat heldur Reidar Nónfjall, at útgangsstøðið hjá landinum at stuðla innflutningi av frystum fiski, er sera vánaligt.

- Útgangsstøðið hjá landskassanum er eitt risa stórthall á fíggjarlógini

fyri 2010. Skal stuðul latast til fiskivinnuna er tað ein útreiðsla afturat

teimum. Og so skal stuðulin fíggjast við láni til eina høga rentu, sum komandi ættarlið skulu gjalda aftur.

- Vit hava rætt og slætt lagt ov lítið til síðis í teimum góðu tíðunum, til at vit hava so mikið at standa ímóti við í hesum ringu tíðum, at vit kunnu veita vinnuni stuðul í eitt styttri tíðarskeið í krepputíðum, sigur Reidar Nónfjall.

Les eisini grein á síðu 15 um sama evni, har Reidar Nónfjall hevur nøkur boð upp á, hvørjar vegirnar hjá fiskivinnuni burtur úr kreppuni.

Les eisini tíðagrein aðrastaðni í blaðnum um sama evni undir heitinum: Politiskt lobbyarbeiði tekur grundarlagið undan vinnuni