Myndin vísir ræðuleikarnar, sum standast av russiska álopskrígnum í Ukraina, men myndin hevur einki samband við álopini á Kyiv í nátt, har tvey børn lótu lív, at gera.

Tvey børn lótu lív í Kyiv í nátt

Aftur í nátt hava russar framt álop á ukrainska høvuðsstaðin. Millum tey deyðu eru tvey børn.

 

Myndin vísir ræðuleikarnar, sum standast av russiska álopskrígnum í Ukraina, men myndin hevur einki samband við álopini á Kyiv í nátt, har tvey børn lótu lív, at gera.

Trý fólk lótu lív, og fleiri vórðu løstað í russiskum álopum á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, í nátt.

Tvey av teimum deyðu vóru børn. 

Hendingin fór fram í eystara parti av býnum, sigur hernaðarumsitingin í høvuðsstaðnum á Telegram.

Tíðindastovan NTB skrivar, at russiska álopið var í Desnjanskyj-økinum, sum liggur í útryðjuni av Kyiv.

Ukrainski høvuðsstaðurin hevur verið fyri fleiri russiskum álopum seinastu næturnar.

Sagt verður, at rakettirnar, sum russar í nátt skutu eftir Kyiv, vóru av slagnum Iskander.

- Rakettirnar vórðu skotnar úr russiska býnum,  Bryansk, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

 

 

Myndin vísir ræðuleikarnar, sum standast av russiska álopskrígnum í Ukraina, men myndin hevur einki samband við álopini á Kyiv í nátt, har tvey børn lótu lív, at gera.