Trupult at fóta sær í Føroyum

Vikuskiftis Sosialinum er aftur á gøtuni. í Blaðnum er áhugaverd samrøða við tilflytara, ummæli av konsert við Anastaciu, áhugaverd frásøgn um stórabæra ætlan við húsunum hjá mata skaldi okkara William Heinesen, tríggir flokkar, sum leggja fram floksskráir teirra – og nógvur annar áhugaverdur vikuskiftislesnaður.

– Tað kendist løgið, at fólk skeittu og stardu at hesum fremmanda manni við littum húðaliti.

 

Soleiðis sigur Shakeel Jamil, advokatur, sum býr í Miðvági, við Sosialinum í greinarøð um til­flyt­ar­ar í Føroyum.

 

– Tað hevði eg ikki upplivað áður, sigur hann, sum tó er komin til sættis við tilveruna í Før­oy­um.

 

Sosialurin hevur eisini verið til konsert við am­er­ikonsku songkvinnuni Anastaciu, har ummælarin Niels Uni Dam sigur, at Anastacia var væluppløgd og sýndi stóra spæligleði.

 

Í Sosialinum ber eisini til at lesa um rithøvund, sum baksast á trolara í Barentshavinum.

 

Meðan hann er umborð, hevur Danjal Viðoy givið út nýggja ungdómsskaldsøgu. Fittur partur av bókini er skrivaður umborð. Og Danial trívist væl sum skrivandi sjómaður.

 

Í blaðnum verður eisini greitt frá ein stórbærari ætlan, sum Willliamsgrunnur hevur við heiminum hjá Williami Heinsen, gitna rithøvunda okkara.

 

Talan er um ein stóra verkætlan á trøðni hjá Willami Heinesen, sum umfatar sethúsini hjá honum, fjósið og hyttuna á hvødini omanfyri, har hann skrivað nógvar av skaldsøgum sínum.

 

Málið snýr seg um eina verk­ætl­an, sum verður gjørd saman við Henning Larsen Ar­k­i­tekt­um. Ítøkiliga gongur tað í stuttum út uppá, at øll húsini á trøðni skulu umvælast í upprunastand. At garðurin verður dagførdur við endur- og nýskapan av vøkstri, túni, rásum, ljósi við meira. Ein vitjanarmiðdepil skal byggjast. Hetta verður ein nýbygningur, sum skal hýsa móttøku, framsýningum, mentanartiltøkum, kafé, sølubúð, umsiting, gestavesi við meira, og til alt hetta krevst sjálvandi nógv meira pláss undir taki enn tað, sum er tók á trøðni í dag.

 

Húsini standa, sum tá William fór, so tað er av altstórum týdningi, at vit finna út av, hvussu vit fáa skipað hesar bygningar, uttan at oyðileggja alt, sigur Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, við Sosialin.