Donald Trump hóttir ES við einum tolli upp á 200 prosent á vín, sjampanju og rúsdrekka, um ES ikki tekur av tollin á whisky.
Hetta skrivar forsetin á sínum sosiala miðli, Truth Social.
- Evropeiska Samveldið, sum er ein av teimum mest fíggindaligu og misbrúkandi skatta- og tollmyndugleikunum í heiminum, sum einans er stovnaður við tí endamáli at útnytta USA, hevur júst sett ein andstyggiligan 50 prosent toll á whisky, skrivar Trump.
Um ES ikki tekur sín toll á whisky av "beinanvegin", so svarar Trump "stutt" stendur í fráboðanini.
Tollhóttanin er galdandi fyri alt vín, champanju og aðrar alkoholvørur, sum verða sendar úr Fraklandi og øðrum ES-londum, skrivar Trump.
- Tað verður framúr gott fyri vín- og sjampanjufyritøkur í USA, sigur Trump at enda.
Handilsmálaráðharrin í Fraklandi, Laurent Saint-Martin, sigur, at teir geva ikki eftir fyri hóttanum frá USA.
- Donald Trump økir handilskríggið, sum hann hevur valt at byrja. Frakland hevur avgjørt at svara saman við ES-nevndini og okkara samstarvsfeløgum, skrivar ráðharrin á X, sambært Reuters.
Mikudagin fór ein amerikanskur tollur uppá 25 prosent á stál og aluminium í gildi. Tollurin er galdandi fyri allan innflutning av teimum báðum vørunum.
Sum svar hevur ES-nevndin boðað frá, at hon fer at hevna við at seta toll á vørur fyri 26 milliardir evrur úr USA. Tað svarar til knappar 194 milliardir krónur.
Nevndin hevur givið út ein lista uppá 99 síður yvir vørur, sum nú kunnu koma undir toll. Meginparturin av vørunum á listanum eru innan flokkarnar flogfenað, frukt, grønmeti og rúsdrekka.
1. apríl fer nevndin at avtaka steðgin í tollinum á amerikanskum vørum. Knappar tvær vikur seinni - 13. apríl - verður ein nýggjur pakki við búskaparligum tiltøkum lagdur fram, sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.
Hon hevur tó upplýst, at ES harmast um amerikanska tollin og er til reiðar at samráðast.
Ein frágreiðing frá Evropeiska Grannskoðaradómstólinum frá 2023 vísir, at millum 2010 og 2021 stóð ES fyri millum 65 og 67 prosentum av heimsins vínútflutningi.
Tað sær eisini út til, at 25 prosent av samlaða útflutninginum fara til USA.
/Ritzau/