Ein kanning millum 1486 sviar vísir greitt, hvat teir hugsa um jólafyrireiking, jólahald og væntan.
Fjórði hvør er stressaður og verður í ringum hýsi av jólagávukeypi. Hinvegin sigur helvtin at hetta ikki ávirkar tey stórvegis.
15 prosent óttast at brúka ov nógvan pening, og onnur 15 prosent óttast, at jólini ikki gerast so hugnalig sum tey vóna. Men 7 av hvørjum 10 gleða seg hóast alt til jólahaldið, meðan restin ikki sær stórvegis orsøk at gleða seg.
Helvtin av teimum spurdu siga, at tey ikki minnast hvør sum gav hvørjum hvat á jólum í fjør. 15 prosent minnast ikki eina einasta jólagávu sum tey fingu í 2009.
Kanningin er gjørd av TNS SIFO fyri Svensku kirkjuna.










