HAGTØL
Kom heim! Hvar eru tit? Hvat gera tit?
Soleiðis kundi yvirskriftin á eini nýggjari kanning verið, sum Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi legði fram í dag í Ovastovu í Nóatúni á sjálvum hundrað ára degi Sambandsfloksins.
Við á fundinum vóru allir teir tríggir limirnir í bólkinum Høgni Hoydal, Kuubik Kleist og Lars Emil Johansen.
Høgni Hoydal segði á tíðindafundinum, at mett verður, at teir allarflestu føroysku útisetarnir eru búsitandi í Danmark, og tí er Danmark valt sum kanningarøki.
Tað eru tey bæði Annika Smith, cand. scient. soc., og Leivur Persson, løgfrøðilesandi, sum hava staðið fyri kanningini. Meginparturin av upplýsingunum eru sum vera man fingnar til vega frá danska hagtalsstovninum Dansk Statistik. Tá ein slík kanning verður gjørd, er neyðugt at definera ella skilmarka, hvat ein føroyingur er. Definitiónin, sum kanningin hevur brúkt, eru danskir statsborgarar, sum eru føddir í Føroyum. Annað og triðja ættarlið hjá hesum fólkum eru eisini tikin við í kanningina.
Tó er tað ikki bara sum at siga tað, at gera slík hagtøl. M.a. eru fólk, sum ikki eru fødd í Føroyum, men eru uppvaksin her, ikki tikin við í kanningina, og tí er talið helst munandi størri. M.a. vísti Høgni Hoydal á, at hann neyvan hevði verið roknaður við í kanningina sum føroyingur, av tí at bæði hann og foreldur hansara eru fødd í Danmark. Sjálvur hevur hann nevniliga eitt pappír frá donskum myndugleikum uppá, at hann ikki er føroyingur.
Kvinnurnar koma ikki heimaftur
Annika Smith og Leivur Persson siga, at hetta er breiðasta kanning, sum er gjørd yvirhøvur av føroyingum í Danmark. Tey staðfesta, at heili 21.687 føroyingar býtt yvir trý ættarlið eru búsitandi í Danmark. Sum tað sæst í tølunum so eru tað nógv fleiri kvinnur, sum ikki koma aftur til Føroya. Heili 1832 kvinnur fleiri enn menn í fyrsta ættarliðnum av føroyingum, sum búseta seg í Danmark, koma ikki heimaftur.
Í fyrsta ættarliðnum, sum velja at vera verandi í Danmark, er aldursbólkurin 25-39 ár best umboðaður. Hetta kann metast sum óheppið, tí tað er júst í hesum árunum, at fólk vanliga fáa børn eru mest virkin á arbeiðsmarknaðinum.
Føroyingar eru tilfeingi, ikki útreiðslur
Sambært Norðuratlantsbólkinum er vitanin um føroyskar útisetar eins og ein svartur kassi, ið ongantíð er kannaður og avkodaður, sum tikið verður til,
Bólkurin kallar útisetarnar eitt stórt tilfeingi.Vantandi vitanin um føroyskar útisetar er ein stórur bági fyri Føroyar, og útbúgvingarlig, vinnulig, mentanarlig og sosial virði fara fyri skeytið um ikki størri vitan og tilknýti til føroyskar útisetar verður skipað, verður sagt.
Tá tað sokallaða fullveldislandsstýrið samráddist við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum fullveldið, kom m.a. fram, at Mogens Lykketoft, táverandi fíggjarmálaráðharri, hevði tøl yvir føroyingar í Danmark.
Spurdur, um hetta eru somu tøl, sigur Høgni Hoydal, at tað er tað ikki beinleiðis. Hann sigur, at tá undraðust tey á, at Lykketoft kundi leggja slík tøl á borðið, tí tey vistu ikki av, at tey funnust. Tí hava tey í bólkinum nú valt kannað, hvaðani Lykketoft hevði fingið hesi tøl. Norðuratlantsbólkurin setti seg tí í samband við danska fíggjarmálaráðið, og síðani eru tøl sum nevnt komin frá Dansk Statistik.
Hvørji eru hesi fólkini?
Høgni Hoydal sigur, at hendan kanningin kann brúkast sum ein politisk mótvekt móti orðunum hjá Lykketoft um, at føroyingar vóru ein útreiðsla, tí føroyingar eru tilfeingi, sum hann tekur til.
Nú er so ætlanin at koma í samband við føroyingar í Danmark, tí slíkar hagtalskanningar, sum hendan kanningin er, verður kallað ein kvantitiv kanning. Ætlanin er tó eisini at gera eina kvalitativa kanning. Ætlanin er í hesum sambandi at fáa Danmarks Statistik til gera sonevndar samrøðukanningar við føroyingar, sum eru búsitandi í Danmark. Hetta verður gjørt við, at ein tilvildarligur bólkur uppá t.d. 1000 føroyingar verða útvaldir, og samrøða verður gjørd við teir um ymisk viðurskiftir.
Endamálið við hesum parti av kanningini er fáa til vega upplýsingar sum ikki eru at finna í dátabasum, m.a. hví so nógv av hesum fólkum ikki flyta aftur til Føroyar, hvat samband tey hava við føroyska samfelagið og hví tey valdu at flyta av landinum.
Í hesum sambandi er ætlanin at fáa í lag samstarv við ymsar áhugabólkar í Føroyum, sum kunnu ætlast at hava áhuga í at fáa ávirkan á eina slíka kanning, m.a. vinnulívið, av tí at hesi fólk bæði verða roknað sum eitt møguligt vitanarligt tilfeingi og ein møguligur marknaður.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$FAKTA
21.687 føroyingar, býtt yvir trý ættarlið, eru búsitandi í Danmark.
Í fyrsta ættarliðum eru 2.921 menn og 4.753 kvinnur, t.v.s. at tað eru 1832 fleiri kvinnur í hesum aldursbólki. Býtið er tó meira javnt í næstu ættarliðunum.
Teir størstu aldursbólkarnir í tí fyrsta ættarliðnum eru fólk í aldrinum 25 til 39 ár, sum t.v.s fólk í lestraraldri og fólk í aldrinum yvir 60 ár.
Samanlagt búgva flestu av hesum fólkum í Keypmannahavnar amt.
Føroyingarnir í Danmark svara til 0.8 % av fólkinum í Danmark, men uml. 45 % av teimum fólkunum í Føroyum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tilflyting
Í meðal eru tað 293 fólk í 1. ættarliði, sum flyta úr Føroyum til Danmarkar um árið, og sum ikki flyta aftur til Føroya.
Tíðarskeiðið, har tað fluttu flest fólk úr Føroyum, og ikki komu aftur, var frá 1990 til 1994. Tølini fyri hesi árini eru næstan tríggjar ferðir so høg sum undanfarnu tíðarskeiðini.
Tey flestu, sum ikki komu aftur, vóru fólk í aldrinum 17 til 39 ár.
-- -- -- --
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útbúgvingarstøði
89 eru útbúnir læknar
54 eru útbúnir løgfrøðingar
83 eru útbúnir innan vinnulív og leiðslu
334 eru útbúnir sjúkrarøktarfrøðingar
371 eru útbúnir námsfrøðingar
227 eru útbúnir lærarar
685 eru útbúnir almanna- og heilsuhjálparar
-- -- -- --
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$8 øki, sum vórðu umbiðin frá Dansk Statistik
Íbúgvafrøðiliga býtið hjá hesum fólkum, og nær tey eru flutt til Danmarkar
Útbúgvingarstøði teirra
Arbeiðsstøða teirra, býtt sundur í vinnugreinir (27 ymiskar vinnugreinir), SU og eftirløn.
Heilsustøða teirra, býtt sundur í tal av innleggingum, tal av seingjardøgum á somatiskum sjúkrahúsdeildum um árið, og hvussu ofta um árið tey seta seg í samband við starvandi læknar.
Revsirættarliga støða teirra, býtt sundur í úrskurðir, slag av brotsverkum, slag av revsingum (bót, fongsil), hvussu nógv sita í donskum fongslum og longdina á fongsulsrevsingunum.
Samfelagsliga og fíggjarliga støða teirra, m.a. í hvønn mun tey móttaka almennan stuðul.
Persónliga støða teirra, m.a. í hvønn mun tey eru gift við fólki, sum eru fødd í Føroyum, hvussu nógv fólk búgva í húsarhaldinum, hvat slag av býli tey hava og um tey eiga ella leiga.
Inntøkubólking, t.v.s. hvat teirra bruttoinntøka er.