Ítróttarhúsið verður handað fríggjadagin

- Vit bjóða kaffi og kaku, og sjálvandi verður eisini ein reyður snórur kliptur, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.

 

Seinastu tíðina er nógv hent í Fuglafirði, hvat bygging viðvíkur.

- Ein partur av hesi bygging er nýggja ítróttarhúsið, og nú er byggingin komin so mikið væl áleiðis, at niðasta hæddin kann handast fótbóltsliga flaggskipinum í bygdini, ÍF.

Á Facebook-síðuni hjá Fuglafjarðar kommunu bjóða kommunan og ÍF øllum til at síggja niðastu hæddina í ítróttarhúsinum, sum serliga er ætlað fótbóltinum.

- Snotiligu hølini er úrslitið av einum breiðum samstarvi millum Fuglafjarðar kommunu, Fótbóltssamband Føroya og ikki minst ÍF, sum ger, at ítróttarhúsið hevur allar teir hentleikar, sum eitt nútímans felagshús skal hava.

Fríggjadagurin komandi verður so hin stóri dagurin, tá dyrnar alment verða latnar upp klokkan 16 fyri øllum, sum hava áhuga.

- Vit bjóða kaffi og kaku, og sjálvandi verður eisini ein reyður snórur kliptur. Umboð fyri kommunu, byggiharra og ÍF verða til staðar, og her verður eisini møguligt at fáa eitt prát.

Í Fuglafjarðar kommunu vita tey at siga, at fyrsta almenna tiltakið, sum húsið beinleiðis verður karmur um, er limadagurin hjá barna-og ungdómsfótbóltinum, sum verður leygarmorgunin komandi.

Niðasta hæddin í ítróttarhúsinum, sum er 33 metrar langt og 11 metrar breitt, verður burtur av til fótbólt. Í miðhæddini verða venjingarhøli, wc'ir, felagshøli og kaffistova - og á loftinum verða skrivstovur.

 

##med2##