Ítróttardómstólurin vil hava nýggja viðgerð av Páll Fanga

Ítróttardómstólurin hevur viðgjørt revsingina, sum Kappróðrarsambandið hevur givið Páll Fanga. Ítróttardómstólurin heitur á Róðrarsambandið um at viðgera málið av nýggjum. Miðvágs Róðrarfelag kærdi úrskurðin hjá dómsnevndini í Róðrarsambandinum, sum staðfesti at Páll Fangi skal revasta við gulum kortum fyri at hava brúkt ólóglig útgerð umborð á bátinum.

Ítróttadómstólurin hevur havt fund í morgun. Møtt vóru Poul Hansen, Eyðhild Skaalum og Børge B. Hansen. Niðurstøðan hjá teimum er hendan:

- Dómstólurin er samdur við RSF og dómsnevndini at soleiðis sum grein 3 í lógum RSF?s og reglunum fyri føroyameistaraheitið eru praktiseraðar gjøgnum árini hevur Páll Fangi brotið nevndu reglar.

- Nýtslan av gulum og reyðum kortum er tilætlað dómarunum at nýta í sambandi við sjálvan kappróðurin, og kann tí ikki brúkast umsitingarliga aftaná at róðurin er liðugur.

- Tá RSF hevur dømt eina sekt sum tað ikki hevur heimild til at døma, samstundis sum tað er greitt at Páll Fangi í minst tveimum førum hevur brotið grein 3 í lógunum og reglunum fyri føroyameistaraheitið verður málið sent aftur til RSF til nýggja viðgerð og støðutakan hvørjar fylgir slíkt brot skal hava fyri Páll Fanga.

-Í nýggju viðgerðini hjá RSF skal innganga at um RSF hevði verið vart við broytingina í bátinum áðrenn ein róður vildi báturin ikki fingið loyvið at starta.