Trý skip við svartkjafti

Svartkjafturin kemur væl við hjá Havsbrún, sum higartil í ár hevur havt eitt rímiliga gott ár, hvat ráfiskanøgd viðvíkur.

Seinastu dagarnar hevur Havsbrún í Fuglafirði tikið ímóti hampiliga stórum nøgdum av svartkjafti frá føroyskum uppsjóvarskipum.

 

Á midnátt í kvøld kemur Christian í Grótinum við 2400 til 2500 tonsum. Í gjár var Høgaberg inni við umleið 2200 tonsum, og mikudagin Norðingur við umleið 1900 tonsum.

 

Øll skipini landaðu svartkjaft. Ráfiskanøgdin kemur væl við hjá Havsbrún, sum higartil í ár hevur havt eitt rímiliga gott ár, hvat ráfiskanøgd viðvíkur.