Tríggir nýggir kolvetnisverkfrøðingar

Fríggjadagin 9. juni 2006 fingu tríggir studentar á Fróðskaparsetrinum handað bachelorprógv sum kolvetnisverkfrøðingar.




Síðani útbúgvingin fór í gongd á heysti 1998 hava tilsamans 11 studentar fingið bachelorprógv sum kolvetnisverkfrøðingar.
Bachelorútbúgvingin í kolvetnisverkfrøði hjá hesum studentunum hevur fevnt um trý og eitt hálvt ára fulltíðar lestur. Umframt grundgreinir innan støddfrøði, alisfrøði, ravmagnsfrøði og teldufrøði hava studentarnir eisini lisið ymsar sergreinir innan kolvetni. Harumframt hava studentarnir gjørt eina bachelorverkætlan við sjálvvaldum verkevni.
 
Teir nýklæktu kolvetnisverkfrøðingarnir eru Olgar Danielsen, Bjarni Petersen og  Fríðrik Heinesen