ÚTOYGGJ ´07: Samskiftið hevur størstan týdning í Svínoy

Svínoyingar hava bæði tyrlu og strandfaraskip. Men ynskiligt hevði verið við størri regulariteti. Størsta ynskið hjá svínoyingum man kortini vera at fáa bestu umstøður til samferðsluna til og frá oynni.

Másin, ið røkir hetta samband enn í dag,er frá 1959 og er álitandi, men als ikkihóskiligur til tørvin í dag. Hann siglir seint og fær ikki tikið alt viðførið hjá teimum ferðandi, ma. barnavognar.

Á framløgu á stevnuni hjá Útoyggjafelagnum vísir Jógvan Edmund á Geilini á, at samskiftið er meiri neyðugt nú enn áður.

- Fæst ikki gott samband, so kólnar oyggin og fólk flyta av oynni. Neyðugt er at vit eisini fáa lut í menningini innan samferðsluna segði hann.

Tosað verður um at gera nýggja atløgubryggju í Svínoy,og hevur eitt øki yviri í Havn verið tað sum bygdarfólkið ynskir.

Hagar skal sjálvandi gerast vegur ella tunnil, men enn fæst eingin at siga, hvør loysnin ið verður vald.

- Einaferð fer rákið at venda, soleiðis at fólk aftur fer at vilja flyta til útoyggjarnar. Spurningurin er, um Svínoyggin klárar at halda tørn so leingi, segði Jógvan Edmund.