Tour de France av bakkastokki

Leygardagin fer størsta súkklukapping um árið av bakkastokki, tá teir 189 súkklararnir úr 21 ymiskum feløgum fara at traðka í pedalurnar.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð byrjar Tour de France í London, tá tann sokallaði prologurin verður koyrdur í miðbýnum av enska høvuðsstaðnum. Hetta verður harafturat árið, har áhugaði fyri ítróttinum vóna at sleppa undan dopingspøkilsinum, sum hevur sett ein myrkan skugga yvir kappingina seinastu nógvu árini.