Tolsemi er grundvøllurin í okkara fólkaræði

22. juli kemur altíð at vera ein dagur, har vit við sorg minnast øll tey, sum lótu lív á oynni Utøya í Noregi.

Hendan morgunin vaknaðu vit upp úr okkara trygga svøvni til eina marru, sum tíverri vísti seg at vera veruleiki. Eftir hendan dag eru vit í Norðurlondum eisini noydd at fyrihalda okkum veruliga til meiningsleysu terrorismuna, sum herjar kring allan heim. Vit hava í stóran mun kent okkum trygg og væl vard frá tílíkum atsóknum, men hetta er tíverri ikki veruleikin longur. Tað, sum hendi á Utøya kundi eins væl verið hent her í Føroyum.
Vit geva okkum ov lítið far um hvønn annan, okkara næstu og hetta eru góð gróðrarlíkindi fyri fremmandagerð millum menniskju, ein fremmandagerð, sum byggir á manglandi virðing, manglandi vitan og manglandi forstáilsi fyri hvørjum øðrum. Vit mugu fáa bast vaksandi fremmandagerðini, vísa vegin til eitt rúmsátt samfelag, ið byggir á fólkaræði, har øll kenna seg væl, har vit vísa tolsemi mótvegis hvørjum øðrum og hava forstálisi fyri tí einstaka menniskjanum við øllum teimum virðum, tað einstaka menniskja ber í sær.
At kenna seg væl, at vita , at man kan hava sína hugsan og tankar í friði er ein grundleggjandi fortreyt fyri fólkaræðnum og týðandi fortreyt fyri trivnaðinum í einum landi, og má tað vera hesin fólkaræðisligi grundvøllur, vit skulu byggja okkara framtíð á í Føroyum.
Brot úr røðu hjá undirritaðu, sum varð hildin í samband við viðgerðina av løgmansrøðuni 2011.