Tørvur á eini javnari íløgugongd

Føroyski búskapurin, sum bæði er pinkulítil og ein tilfeingisbúskapur, sveiggjar nógv. Fyri at mótvirka sveiggjunum krevjast støðugir útreiðslukarmar.

Tað skrivar Landsbanki Føroya:

 

Myndin niðanfyri vísir íløguútreiðslurnar, sum eru undir almennum ræði, tað vil siga hjá landi, kommunum, sosialum grunnum og ríki, umframt fyritøkum undir almennum ræði, undir einum [1]. Myndin vísir, at framdu almennu íløgurnar eru konjunkturviðgangandi, bæði hjá landi, kommunum og hjá fyritøkum undir almennum ræði. Tá tað gongur væl í búskapinum (2014 og fram) veksa íløgurnar, og tá tað gongur verri (eftir 2008), minka íløgurnar. Íløgurnar eru tí við til at gera sveiggini í búskapinum uppaftur størri.

 

Tað er umráðandi, at tað almenna undir einum strembar eftir eini støðugari gongd í almennum íløgum fyri at stabilisera gongdina í búskapinum. Tað vil siga, at íløgurnar skulu vera á einum jøvnum støði uttan mun til, hvussu tað annars gongur í búskapinum.

 

Bæði land og kommunur hava tørv á miðvísari stýring og samskipan av íløgum, eins og tørvur er á samskipan av íløguvirkseminum hjá fyritøkum undir almennum ræði. Sum myndin vísir, hevur tað ikki gingið væl at halda eina javna íløgugongd hesi 18 árini (2003-2022).

 

##med2##

 

[1] Talan er um íløgur samsvarandi tjóðar­rokn­skapar­uppgerð og ikki roknskapar­uppgerð. Tjóðarroknskaparligu íløgurnar eru størri enn roknskaparligu íløgurnar; m.a. er alt Landsverk og viðlíkahald, herundir keyp av útbúnaði, sum eru rakstrarkostnaðir í landskassaroknskapinum, roknað sum íløgur í tjóðarroknskapinum.

 

Les meira í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.