Nú um dagarnar komu vit við inniligari áheitan á landsliðsvenjaran í fótbólti. Henda áheitan snúði seg um at endurskoða avgerðina at vraka okkara fræga fótbóltspælara Toda Jónsson til komandi stórdystir móti Sweits og Írlandi. Vit hava síðani einki frætt frá venjaranum. Men vit hava sæð og hoyrt onnur taka undir við hesi áheitan okkara. So gott sum øll tann føroyska ítróttarpressan er samd um, at tað var eitt mistak, tá venjarin gjørdu av at útiloka Toda frá at spæla á landsliðnum ? við eini sera ivasamari grundgeving. Prátið millum fólk er tað sama. Hví útiloka okkara kanska besta fótbóltsspælara nakrantíð frá at royna seg á landsliðnum, nú ongar forðingar eru!
Grundgevingin hjá venjaranum er, at Todi er ikki í dystarvenjing. Og hann vil bert hava spælarar, sum kunnu vera á vøllinum í 90 minuttir. Hetta er so hansara val. Men Todi kann koma at gera munin, tá ástendur, sjálvt um hann ikki kann spæla fullan dyst. Og sjálvt um hinir spæla ein góðan dyst. Okkum tykir henda grundgevingin bæði óprofessionell og mangulfull. Venjarin átti at givið Toda tjansin, nú hann ikki er skæddur, og nú Todi sjálvur hevur víst stóran áhuga fyri at vera við. Og harvið latið hann sloppið at víst síni framúrskarandi evni í verki. Tað er einki minni enn ein katastrofa, tá leiðslan á okkara tjóðarlandsliði kappar hondina av okkara besta fótbóltsspælara. Var hetta hent í øðrum landi hevði har verið einki minni enn fólkauppreistur.
Danski landsliðsvenjarin og ikki minst hansara føroysku hjálparmenn áttu at vitað betur. Okkara fótbóltslandslið er nevniliga ikki bara eitt vanligt landslið. Tað er eisini nakað heilt serligt fyri okkum føroyingar. Tí neyvan finst ein tjóð í heiminum, har so stórur partur av fólkinum gongur so nógv uppí sítt fótbóltslandslið sum nettupp Føroyar. Sum lítil tjóð hava vit eisini brúk fyri at síggja upp til nakað, har vit klára at ""hamla" upp við teir stóru. At føla at vit eisini duga. At vit eisini eiga góðar spælarar. At vit eiga ein sterkan vilja. Vit hava sæð, at hóast landsliðið hevur vunnið fáar dystir, so hava úrslitini tó verið so fræg, at fótbóltslandsliðið er vorðið okkara nationali ambassadørur. Okkara eygnasteinur. Okkara skjaldramerki. Tað er hetta, sum Henrik Larsen átti at givið sær fær um. Hvat veruliga bylgist í tí einstaka føroyinginum, tá tað snýr seg um landsliðið!
Og hugsið tykkum ? um vit nú fingu nøkur vinnandi stig eisini! Um nú Todi megnaði tað, sum hevur manglað í, nevniliga at skora mál! Uttan at siga nakað negativt um aðrar spælarar so mugu vit staðfesta, at føroyska fótbóltslandsliðið hevur brúk fyri at vinna dystir. Og tað er nú vit hava møguleika fyri at fáa okkara fremsta fótbóltsspælara við í álopið, at vit eiga at taka av. Hetta skal ikki skiljast sum, at vit ikki hava álit á hinum spælarunum. Men Todi er bara nakað meira, tað, sum skal til aftrat.
Landsliðsvenjarin eigur tí at gera sær greitt, hvussu stóran týdning fótbóltslandsliðið hevur fyri alla tjóðina og fyri samleika okkara. Ja so nógv hevur hetta lið at siga fyri okkum øll, at avgerðin hjá venjaranum at kolldøma, vraka og at geva Toda "sekkin" átti at fingið avleiðingar fyri sama venjara. Átti Henrik Larsen ikki at fingið sekkin fyri hesa skeivu avgerð! Við at vraka Toda hevur hann nevniliga skert okkara møguleika at fáa nakrar so hart tiltrongdar sigrar. Føroyska tjóðin skríggjar eftir, at okkara tjóðarlandslið skal vinna á stórum fótbóltstjóðum. Og øll vita, at hetta ber kanska bara til, um vit troyta tað trumfkortið, sum Todi er. Føroya fólk krevur tí nú av landsliðsvenjaranum, at Todi verður á liðnum móti Sweits og Írlandi, . Enn er tíð at bøta um mistakið.
Sosialurin