Ætlar ikki at seta reglur í gildi fyri at basa dálking

Tað er ringt at forða fyri allari dálking, men vit eiga at gera okkara besta

 

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, ætlar ikki at seta nakrar serligar reglur í gildi við tí endamáli at forða fyri plastdálking í sambandi við spreingiarbeiði.

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin hevur annars víst á, at plastdálking er ein stórur trupulleiki í heiminum í dag og mett verður, at í 2050 verður meir av plasti í heimsins høvum enn tað verður fiskur.

– Í Føroyum dálka vit eisini. Stutt síðan vóru biofiltur frá alivinnuni funnin í hópatali í náttúruni og vit vita, at tá ið grót verður sprongt, reka plastleidningar til havs og dálka, og vit vita eisini, at burturblakað graslíki liggur og rekst, og at plast av grasballum liggja og rekast í haga og í fjøru.

Og nú hevur hon spurt Helga Abrahamsen, hvat hann ætlar at gera við tað. Men hann hann heldur ikki, at trupulleikin við plastdálking frá spreingileidningum kann loysast við at gera ítøkiligar reglur tað.

– Eftir lógini um umhvørvisvernd er tað bannað at dálka áir, vøtn, hav o.a., og tí hava vit øll skyldu til at avmarka dálking mest møguliga.

– Tó kann tað vera ringt at steðga øllum útláti, men eiga vit at gera okkara besta fyri at minka um alt dálkandi útlát, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann vísir eisini á, at Umhvørvisstovan krevur, at arbeiði at gera tunlar og stór grótbrot, umframt arbeiðið at leggja grót á sjógv í sambandi við útfyllingar, skulu hava umhvørvisgóðkenning, tá ið plast er í tí.

Í tunlum stavar plast eisini frá betonginum, sum verður brúkt til at klæða tunlarnar innan.

– Í umhvørvisgóðkenningum verða settar treytir um at avmarka nøgdina av plasti, sum fer út í náttúruna, og tað verður gjørt við at krevja, at spillivatn frá arbeiðinum í tunlum verður reinsað.

– Til útfyllingar verða lagdar út á sjógv, verður kravt, at byrgingar verða settar upp fyri at forða plastinum at spjaða seg. Tað er eisini ein fyrimunur, at grót verður fylt við lastbili frá landi, heldur enn frá grótprámi, tí tá liggur meira plast eftir í útfyllingini.

– Tað finnast spreingiskipanir, sum ikki brúka plastleidningar, men hetta er væl dýrari enn at spreingja við leiðingum, sum gjørt verður í dag, og tí verða hesar skipanirnar ikki nýttar í okkara grannalondum enn. Neyðuga vitanin, og mannagongdirnar í tí sambandi, eru heldur ikki tøkar enn.

– Væntandi verða hesar skipanir mentar enn meiri, og umframt at tær verða bíligari í framtíðini, og tí verður umhugsað at seta krav um at brúka spreingiskipanir, sum ikki brúka plastleidningar, sigur Helgi Abrahamsen.