Ætlar Heðin Mortensen at renna undan hesum lyftinum ???

Sjúrður Olsen,Býráðslimur
-----

Heðin segði, at skattaprocenti skuldi hækka 1% í 2 ár í samband við Boðanesheimið, og nú koyra vit við hesum á 3. árið (96 mill) Sum eg lesi hettar, ætlar Heðin ikki at lækka skattaprocenti og so slett ikki til barnafamiljurnar, ið eru hart sperdar fíggjarliga. Tað er sjón fyri søgn, at fólkatalið í kommununi minkar, nakað ið aldrin er hent fyrr (undantikið í kreppuni í 90´unum ).
Við at koma við barnakekkinum hjá okkum og hækka botnfrádráttin, kemur hettar lág/miðalinntøkunum til góðar. Hettar mátti verið søtur tónleikur í oyrunum hjá Javnaðarflokkinum. Vit í Fólkaflokkinum halda altíð okkara vallyftir og Javnaðarflokkurin er vælkomin at gera eina fíggjarætlan saman við okkum. Vit hava tilsamans stóran meiriluta.