Eg fari at leggja frá mær, segði tjekkiski forsætisráðharrin, Petr Necas (myndin), í gjárkvøldið, eftir at hann í fleiri dagar hevur verið undir hørðum trýsti, orsakað av einari mutursgølu.
Ein av tættastu stuðlum hansara er tikin fyri mutur og valdsmisnýtslu, og tí gongur gølan umsitingini hjá Petr Necas so nær, at hann ikki kann halda fram í forsætisráðharrasessinum.
Ein dómstólur hevur staðfest, at skrivstovustjórin hjá Necas, Jana Nagyova, sum er undir illgruna fyri mutur og rotinskap, skal verða verandi varðhaldsfongslað, tí hon hevur mutrað politikarar og givið boð um sneyting og njósning.
Málið hevur verið so mikið umráðandi, at sjálvt kona forsætisráðharran, sum hann annars er í ferð við at verða skildur frá, skal hava verið undir eftirliti. Sjálvur sigur Necas, at hann einki kennir til hetta.
Nú hann leggur frá sær, verður væntað, at eitt sindur av tingingum fara at verða millum stjórnarflokkarnar, andstøðuna og forsetan, áðrenn ein nýggjur forsætisráðharri verður útnevndur.









