Tjaldur-Kyndil 32-28 (16-16)
Tjaldur setti sær sum mál undan kappingarbyrjan, at tær skuldu vinna kappingina í 1. deild, umframt at liðið skuldi koma langt í steypakappingini.
Og tað sær út til, at hetta mál kann røkkast. Útlendsku spælararnir vóru enn eina ferð stóru profilarnir, tá Tjaldur í dag vann á Kyndli, sum eitt skifti eisini royndi at mansverja hesar.
Tjaldur megnaðu tó at hanga í, og tá tær móti dystarenda valdu at mansverja Linu Andriulyte og Jacklin Durhuus skaptu tær sær gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni.










