Klaksvík:
Inntil klokkan 21 hóskvøldið sat Tjóðveldisflokkurin í samráðingum við Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin. Hesar slitnaðu, tí partarnir ikki komu til eina semju.
? Vit høvdu tá havt eini fýra útspæl millum partarnar, men annaðhvørt kundu tey ella vit ikki liva við tí, so har var ikki nógv at gera, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Hann greiðir frá, at tað byrjaði við, at Javnaðarflokkurin bað um at fáa borgarastjórasessin. Tað vildi Tjóðveldisflokkurin ikki. Talan var tó ikki um eitt ultimatum frá Javnaðarflokkinum, so partarnir fóru hvør til sítt at tosa saman. Soleiðis gekk tað aftur og fram, inntil tað var greitt, at krøvini frá Sjálvstýris- og Javnaðarflokkinum vóru ov høg, og samráðingarnar slitnaðu. Steinbjørn sigur, at hann kundi ikki liva við, at hann fekk borgarstjórasessin, meðan hinir limirnir í flokkinum mistu sínar formanspostar, og tískil kundu Tjóðveldisflokkurin ikki góðtaka seinasta útspælið frá Javnaðarflokkinum, sum millum annað legði upp til, at tey skuldu hava formannin í sosialu og havnanevndini ? umframt tveir limir í mentanarnevndini.
? Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin vóru ein eind við so at siga somu meiningum, so tað bar ikki til at samráðast við bara annan partin, sigur Steinbjørn, sum er fegin um, at ein semja nú er fingin í lag fyri komandi fýra árini.
Betri avtala
Tjóðveldisflokkurin fær borgarstjóran, formanssessin í sosialu, byggi og býar- og heilsu og umhvørvisnevndini, meðan Fólkaflokkurin fær varaborgarstjóran, formannin í mentanar- teknisku og havnanevndini.
Hetta er ein sáttmáli, sum borgarstjórin í Klaksvík er sera vælnøgdur við. Hann heldur sjálvur, at Tjóðveldisflokkurin hevur fingið eina betri avtalu her enn tey høvdu kunnað fingið við Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Teir báðir flokkarnir hava gjørt eitt skriv, har tað, sum teir eru vorðnir samdir um, í høvuðsheitum stendur. Millum annað verður sagt, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin vilja í samgongu komandi fýra árini leggja dent á ein varnan fíggjarpolitikk og vilja fremja í verki:
? Opinleika og gjøgnumskygni
? Ein dyggan bústaðar, umhvørvis og vinnupolitikk ? og harafturat føra ein virknan mentanar og sosialpolitikk. Aftaná hetta stendur so eisini, at samgongan hevur sett sær sum mál at loysa barnaansingartørvin.
Samgongan fer skjótt at sessast og leggja eina arbeiðsætlan fyri komandi fýra árini í Klaksvíkar býráð.