Tivoli í dagstovninum

Dagstovunrin á Oyri hevur10 ár á baki, og í tí sambandi verður skipað fyri ymsum tiltøkum komandi vikuskifti


 

Oyri: Tað eru tíggju ár liðin, síðan dagstovunurin á Oyri lat upp. Skipað verður í tí sambandi fyri ymsum tiltøkum á stovninum sunnudagin tann 17. september klokkan 15 til 18.

Saman við foreldrunum hava starvsfólkini á dagstovninum á Oyri skipað fyri, at tíggjuáradagurin verður hildin sum eitt slag av tivoli. Ymisk tiltøk eru fyriskipað inni á sjálvum stovninum, eins og okkurt verður uttanfyri.

Lis Gregersen, sum arbeiðir á stovninum sigur, at tey til dømis hava leigað eina hoppiborg, sum tykist vera rættiliga væl umtókt millum børnini. So eru ymisk onnur tiltøk, sum vanliga eru á slíkum tiltøkum, skipað verða fyri ymsastaðni.

Tiltøkini, skipað verður fyri í dagstovninum á Oyri eru almenn og øll ókeypis. Umframt undirhald verður eisini møguleiki fyri at fá okkurt leskandi, sum starvsfólk og foreldur eisini standa fyri.

Eisini fer eitt orkestur frá musikskúlanum Norðljómi at spæla. Norðljómur er musikskúli fyri næmingar úr Sundalagnum og av Eiði.

Tað ganga 40 børn á dagstovninum á Oyri. Í barnagarðinum eru 26, meðan 14 børn eru í vøggustovuni.

Vøggustovan varð fyrr í ár bygd út. Undan útbyggingini vóru 30 pláss á stovninum. Børnini á stovninum eru í aldrinum frá 0 til 7 ár. Tá børnini eru komin til skúlaaldur, fara tey úr barnagarðinum, og eingi onnur ansingartilboð eru í Sunda Kommunu enn dagstovnurin á Oyri.