Flestu føroyingar hava sitið rúnabundnir við sjónvarpsskíggjan seinastu tvær vikurnar og hugt eftir leikum, tá kvinnulandsliðið hevur skrivað føroyska ítróttasøgu til HM-endaspælið í hondbólti.
Eisini høvdu fleiri føroyingar leitað sær til Týsklands at fylgja dystunum hjá føroyska kvinnulandsliðnum - og millum hesar eisini Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Og tað var kanska ikki heilt av tilvild, at tað vóru Sára og Elsa, sum fylgdu dystunum og sóu flottu avrikini hjá kvinnulandsliðnum.
- Landsliðsleikararnir eru úr júst hesum báðum kommununum, og tí sótu borgarstjórarnir sjálvsagt eisini millum áskoðararnar til miðumfarið í Dortmund og heppaðu á okkara dugnaligu leikarar.
Á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu verður víst á, at høvi var eisini hjá borgarstjórunum at heilsa uppá leikararnar og siga nøkur orð.
##med2##
Á myndini her omanfyri sæst Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, saman við vestmenningunum, Lív S. Poulsen og Rannvá Olsen.












