Tingast um frið

Ísrael og Sýrialand eru í loyndum farin undir samráðingar um at fáa enda á krígsstøðuni, sum formliga hevur verið millum londini síðani seks daga kríggið í 1967. Londini samdust í 1974 um eina vápnahvíld, men Sýrialand hevur alla tíðina kravt at fáa aftur Golan-herurnar, sum ísraelski herurin tók í krígnum í 1967. Støðan millum tey bæði londini hevur yvirhøvur verið spent, millum annað tí at Sýrialand styðjar Hizbollah-rørsluna í Libanon, men nú frættist, at umboð fyri londini eru farin til Turkalands at tosa um eina friðarliga loysn. Sum skilst sita umboðini ikki við sama borð, men turkiskir diplomatar virka sum millummenn og bera boð millum partarnar.