Tiltak í Undirhúsinum á Toftum

Í samband við, at Undirhúsið á Toftum í dag hevur tvey ár á baki, verður bjóðað inn á gólvið seinnapartin.

Í dag - 28. januar - verður Undirhúsið á Toftum tvey ár, og í hesum sambandi verður bjóðað til kaffi og kaku, umframt at sangur eisini verður á skránni.

 

Opið verður fyri almenninginum frá klokkan 14 og út eftir, og millum klokkan 15 og 16.30 í dag fer kórið í Undirhúsinum at syngja.

 

Undirhúsið heldur til í kjallaranum í handlinum Hjá Pidda, har posthúsið var áður, og undirhúsið er opið bæði fyrrapart og seinnapart.

 

Dagliga støkka umleið 20-30 menn inn á gólvið, og prátið gongur lystiliga, og ymisk ítriv eru eisini á skránni.


- Øll eru vælkomin í Undirhúsið, sum fyrst og fremst er ætlað teimum tilkomnu at hittast í. Vanliga er opið klokkan 9-11 og 14-17, siga tey í Undirhúsinum á Toftum.


Tað var Bátafelagið á Toftum, sum tók stig til Undirhúsið, og tað er bátafelagið, sum hevur ábyrgdina av hesum frágera góða tiltaki í Nes kommunu.