Kári Petersen búskaparfrøðingur heldur, at føroyingar áttu at fingið 2.500 krónur í skattalætta hvør, ístaðin fyri at landsstýrið letur útvaldum reiðarum fiskirættindi ókeypis , nú uppsjóvarvinnan er mett at geva eitt nógv størri yvirskot komandi 4 - 5 árini.
Til spurningin um landsstýrið vil áseta tifeingisgjald fyri fiskirættindi, nú avreiðingarvirðið verður fleirfaldað, hevur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, svarað, at tað vilja tey ikki.
Ein orsøk er, at tað ikki er sunt fyri búskapin at spræna so nógvar pengar inn í fíggjarlogina, tá tað er avmarkað, hvussu leingi hendan innntøkan varðar.
Kári Petersen, búskaparfrøðingur heldur tó ikki, at hetta er nakar trupulleiki.
- Tað er møguligt at gera hesar broytingar í stigum, og tað er eingin ivi um, at selir landsstýrið veiðurættindini til fiskivinnuna, sum heild, er hetta ein varandi inntøka, sigur Kári Petersen.
Útflutningsvirðið hjá pelagiska flotanum var 400 milliónir í 2008-2009 og kom upp á góðar 1,03 milliardir í 2013. Frá og við í ár fer útflutningsvirðið at vera góðar 2 milliardir krónur orsakað av nýggju makrelavtaluni og endurmetingum av stovninum, metir Kári Petersen.
Avreiðingarvirði í uppsjóvarvinnuni økist sostatt við 1.600 milliónum samanborið við 2009, har tað lá á 400 milliónum, men hetta hevur ikki fingið politkarar at broyta kós.
ICES mælti í fjør til, at heildarveiðan kundi vera 544 túsund tons. Nú heldur ICES, at ráðiligt er at fiska 890 túsund tons.
Endurmetingin av makrelstovninum og nýggja makrelavtalan við strandalondini kundi verið eitt gott høvi at sett gjald á tilfeingið, heldur Kári Petersen.