Tilfeingisgjøld

Jógvan Sundstein


Sat og hugdi at Degi og Viku í gjárkvøldi har formaðurin í Búskaparráðnum og løgmaður royndu at argumentera fyri at nú mátti gjøld leggjast á fiskivinnuna fyri at sleppa at fiska. Tað ljóðaði, sum teir vóru samdir um hetta. Í samrøðuni við Johnny í Grótinum fekk ein ta fatan, at virðið av fiskiskapinum, sum kundi skattast var meira enn ein milliard krónur, og at onkustaðni millum 25 og 40 % av hesum kundi rindast sum gjald til landskassan. Tað vil siga onkustaðni millum 300 og 400 mió. krónur.
Orsøkin til at spurningurin um slíkt tilfeingisgjald hevur stungið seg upp er, at tað sjáldsama er hent, at ognarpartar í einstøkum føroyskum feløgum eru seldir, og harvið er ávíst virði staðfest, og onkur hevur forvunnið fitt av peningi.
Vinnulív sum heild er mangan viðbrekið og má ofta laga seg eftir umstøðunum í samfelagnum annars. Bæði tí nationala samfelagnum og heimssamfelagnum. Men vanliga plagar semja at vera um, at føroyska fiskivinnan er eitt slag av vinnulívi, sum er serliga viðbrekið, og má liva og virka undir ógvuliga skiftandi umstøðum.
Eg havi ikki nágreinilig tøl við hondina um inntøku - og rakstrarviðurskiftini hjá føroyaska fiskiflotanum, men eg haldi meg vita, at seinastu árini hevur yvirskotið sum heild ikki verið serliga stórt, fyri ein stóran part er heldur talan um hall. Til aðrar tíðir hevur tað verið frægari - tíbetur. Annars hevði vinnan als ikki verið til.
Um vit meta bruttoinntøkuna árliga hjá fiskiflotanum at vera 2 milliardir krónur, so skulu vit draga útreiðslurnar frá. Fyrst eru manningarhýrur, sum vera roknaðar eftir søluinntøkunum. Tær eru útímóti 40 % ella um leið 800 mió. Síðani koma oljuútreiðslurnar, sum eru høgar í løtuni og ikki laga seg eftir inntøkunum - heldur tvørturímóti. Tær eru fleiri hundrað mió. kr. Viðlíkahald, tryggingar og mangar aðrar útreiðslur eru ikki lækkandi. Avskrivingar at nýta til endurnýggjan av flotanum er eisini hundrað tals milliónir árliga. Tað einasta, sum í løtuni er bíligari - í summum førum - er lánikostnaðurin, rentan. Men samanlagt er ikki nógv eftir av teim 2.000 milliónunum, sum mettar eru sum bruttoinntøka.
Skulu so skipini gjalda eini 400 mió. í tilfeingisgjaldi er rættiliga vist, at samanlagt verður komið skeivu meðni strikuna. Hetta tikið sum heild. Fyri einstøk skip verður støðan nógv verri.
Ofta verður sagt, at tá ið tað ikki gongur nóg væl, so má vinnan laga seg til viðurskiftini. Sjálvandi er nakað um hetta. Ein tillaging er jú eisini bara at gevast. Men um ein ikki velur hesa loysnina, so hevur onkur væl eisini skyldu at greiða frá, hvussu ein sleppur frá útreiðslunum, sum nevndar eru frammanfyri. Sjálvt um góð røkt og dugnaskapur kann gera nakað, so eru kortini nakrir veruleikar eftir.
Tey, ið talað fyri slíkum tilfeingisgjaldi, hava skyldu til at vísa nágreiniliga á, hvussuleiðis hetta skal krevjast inn, av hvørjum tað skal roknast og hvat tað tað gevur landskassanum, samstundis sum sama upphædd jú er ein útreiðsla hjá vinnuni. Eisini má greiðast frá, um tað eitt loypandi gjald, ella tað bert skal verða undir serligum umstøðum t.d. við sølu av skipi ella felag ella fiskidøgum v.m.
Eitt er í øllum førum heilt vist, at um hetta bert verður fyri at útvega fleiri inntøkur til landskassan, so endar galið. Minstakravið má vera, at nakrir skilagóðir tankar um samfelagsbúskaparligar ábøtur liggja aftanfyri.