Tikin fyri at hava rúsevni uppi á sær

Bæði í Vági og á Toftum gjørdi løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna í nátt

Hetta vikuskiftið hava tvey stór tiltøk verið í Vági var tónleikafestivalur og á Toftum var bátastevna, har nógv fólk var komið saman og í tí sambandi vóru nógvir bátar, kampingvognar og  bilar á staðnum.

Og í nátt gjørdi løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna í tí sambandi, bæði í Suðuroy og í Eysturoy.

Løgreglan sigur, at í Vági vórðu einir 50 bilar kannaðir og har var alt eftir bókini - og allir bilførararnir vóru edrúir.

Heilt so væl gekk tað ikki á Toftum, tí har fann løgreglan eina lítla nøgd av amfetamini uppi á einum fólki, umframt nakrar fáar tablettir av rúsevnum. Løgreglan sigur, at viðkomandi játtar seg sekan og tað kostar eina bót.