– Vónandi verður uppskotið samtykt.
Starvsmannafelagið sigur, at í fakfeløgunum fegnast tey um, at Sonja J. Jógvansdóttir nú hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta forboð fyri, at mismunur verður gjørdur á starvsfólki.
Uppskotið er til viðgerar í dag. Og endamálið við tí er at tryggja, at øll fáa somu viðger og at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna rasu, húðalit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligum og sosialum viðurskiftum.
Starvsmannafelagið sigur frá formanninum í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, at hann heldur, at tað er upp á tíðina, at ein slík lóg verður samtykt á tingi, soleiðis at ongin møguleiki er at gera mismun á starvsfólki á einum arbeiðsplássi.
Eisini formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, heldur at tað er týdningarmikið at tryggja, at mismunur ikki verður gjørdur á fólki á arbeiðsmarknaðinum.
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, heldur, at hetta kann fáa serstakliga stóran týdning fyri fólk við breki og møguleikar teirra á arbeiðsmarknaðinum.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fegnast eisini um uppskotið hjá Sonju J. Jógvansdóttir. Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, heldur, at tað er ómøguligt at verða ósamdur í, at starvsfólk fáa ein lógartryggjaðan rætt móti mismuni og happing á arbeiðsplássinum.
Men hon heldur eisini, at tað hevur stóran týdning, at lógin verður eftirmett, tá ið hon hevur verið í gildi eina tíð.









