Tey, ið hava tørv á verju fáa endiliga veruliga rættartrygd og virðing

Tá ið sálarsjúka rakar, tá ið minnið fjarar burtur ella at fólk, av ymsum orsøkum gerast óhjálpin, kann hetta vera ein stórur meinbogi bæði fyri viðkomandi sjálvan og tey avvarandi

Uppaftur størri meinbogi er tað, um viðkomandi ikki kann virka og liva undir humanum og virðiligum umstøðum, har teirra rættartrygd er tryggjað.

Rættartrygdin hjá hesum samfelagsbólki hevur ikki verið nøktandi, tey hava livað í einum ongamannalandi undir óvirðiligum umstøðum, sum hoyrir einari farnari tíð til. Lógin frá 1922 um verju var sera ótíðarhóskandi og óliðilig. Tí sambært hesi lóg var man antin myndigur ella ómyndigur, og tilskíl gjørdist hon fyri mong menniskju sera mannminkandi.

Nýggja verjumálslógin sum hetta landsstýrið og henda samgonga hava raðfest ovarliga er nú endiliga samtykt. Tilgongdin hevur verið rættiliga drúgv av tí, at tað var neyðugt at gera konsekvensbroytingar í 55 øðrum lógum umframt at broytingar skuldi gerast í rættargangslógini. Nú lógin er samtykt hevur hetta verið alt stríðið vert.

Tann størsti batin í nýggju lógini er, at persónar, ið eru undir verju eru at kalla myndugir og kunnu eitt nú varðveita sín borgarliga rætt við at atkvøða til val. Harumframt kann verjumálið avmarkast til ávís fíggjarlig og persónlig viðurskifti

 

3 sløg av verjumálum

Tað eru 3 sløg av verjumálum, sum nú fara at bera til sambært nýggju lógini um verjumál.

Í grein 5 verður latið upp fyri, at verjumálið verður tilpassað tørvin hjá tí einstaka. Tað eru serliga undir hesi grein, at stóru batarnir eru at síggja. Her er persónurin undir verju framhaldandi myndigur, og verjin kann avmarkast til ávís persónlig ella fíggjarlig viðurskifti

Ì grein 6 hava við verjumál at gera, har viðkomandi er ómyndigur. Hetta kann eisini kallast eitt búskaparligt verjumál, har rætturin hjá viðkomandi at taka avgerðir, hvat viðvíkur fíggarviðurskiftum verður tikin burtur.- Hesi verjumál verða avgjørd í rættinum

Í grein 7 verður latið upp fyri sokallaðum samverjumálum. Hetta merkir, at verjin tekur avgerðir saman við tí, sum er undir verju. Samverja kann setast í gildi um persónurin sjálvur mælir til hjálp í fíggjarligum viðurskiftum, umframt at samverjumál kunnu avmarkast til ávís viðurskifti. Tað er umráðandi at undirstrika, at viðkomandi, ið er undir samverjmáli framhaldandi er myndigur

Ein annar rættartryggur bati er, at verjumálið kann tíðaravmarkast um broytingar gerast í verjumálinum.

Hvat viðvíkur fíggjarligu viðurskiftunum fer man nú fra yvirformyndarínum, til at peningur hjá fólkum undir verju kunnu umsitast í góðkendum peningadeildum.

Samanumtikið gevur nýggja verjumálslógin einum veikum samfelagsbólki eina munandi betri rættartrygd, sum tey veruliga hava uppiborið, og tað fegnist eg almikið um.