Tevez og City hanga í

Carlos Tevez spældi sín fyrsta dyst fyri Manchester City næstan í eitt hálvt ár og átti sín leiklut í, at Manchester City vann á Chelsea. Arsenal yvirhálar Tottenham á triðja plássi, meðan Liverpool tapti eftir at hava verið á odda við tveimum.

 

Stóri dysturin í kvøld var á Etihad leikvøllinum í Manchester millum Manchester City og Chelsea. Manchester City lá undan dystinum fýra stig aftanfyri Manchester United, meðan Roberto Di Matteo hevði vunnið tríggjar teir fyrstu dystirnar sum fyribils Chelsea venjari.

 

Fyrri hálvleikur hevði lítið at bjóða upp á og hvørki av liðnum megnaði at hava eina roynd á mál. Samir Nasri var tættast tá hann rakti tvørstongina. Í seinna hálvleiki kom meiri ferð. Aftaná eitt korter legði Gary Cahill Chelsea á odda. Miðverjin royndi seg við skotið, sum rakti ein Manchester City leikara og snýtti Joe Hart í málinum.

 

Manchester City svaraði aftur við at skifta Carlos Tevez inn. Hann hevur ikki spælt síðani hann noktaði at hita upp í einum Champions League dysti í septembur. Hann fekk eina eitt sindur misjavna móttøku frá sínum viðhaldsfólkum.

 

Tólv minuttir fyri tíð javnaði Manchester City upp á brotsspark. Dómarin metti, at Michael Essien nýtti hondina at verja fyri og peikaði á brotssparksplettin. Sergio Aguero umsetti til mál.

 

Fimm minuttir fyri tíð kom so avgerandi málið, tá Carlos Tevez spældi Samir Nasri leysan. Fraklendingurin var ísakaltur frammanfyri málinum og legði Manchester City á odda.

 

Tottenham hevur ikki megnað at hildið fast í góðu gongdini og spældi í dag javnleik á heimavølli móti Stoke. Eitt korter fyri tíð legði Cameron Jerome Stoke á odda, men tríggjar minuttir inn í yvirtíðina javnaði Rafael Van der Vaart fyri Tottenham.

 

Arsenal yvirhálaði í kvøld Tottenham og liggur nú á triðja plássi, eftir sigurin á Everton í kvøld. Thomas Vermaelen skoraði einsamalla málið.

 

Liverpool var á odda við tveimum málum á Loftus Road, men fór heim ongul í reyv. Sebastian Coates og Dirk Kuyt løgdu Liverpool á odda, men Shaun Derry, Djibril Cisse og Jamie Mackie vendu dystin til fyrimuns fyri QPR.

 

Premier League:

 

Everton – Arsenal 0-1

Manchester City – Chelsea 2-1

QPR – Liverpool 3-2

Tottenham – Stoke 1-1