Tele-ráðstevna fyri smátjóðir í Føroyum

Hesa vikuna verður ráðstevna fyri telefeløg í smátjóðum hildin í Føroyum. Talan er um felagsskapin TOSS, Telecom Operators of Small States, og hetta er 21. ráðstevnan av sínum slag.

Føroya Tele er vertur, og einir 60 luttakarar vera við á ráðstevnuni.

Tey luttakandi koma úr Álandi, Andorra, Kap Verde, Kypros, Føroyum, Gibraltar, Gujana, Íslandi, Isle of Man, Jersey, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Monako og Surinam. Haraftrat eru sponsorar við, ið hava framløgur um produkt og annað.

Ein sonn kollvelting fer fram á fjarskiftisøkinum í øllum heiminum beint nú, sum hevur ávirkan á mest sum allar partar av okkara lívi. Greitt er, at fjarskiftisfeløg í smátjóðum hava serligar avbjóðingar og møguleikar samanborið við stór feløg, og á ráðstevnuni verða evni viðgjørd, ið eru felags fyri smátjóðirnar.

Skráin er stór og rúgvusmikil, og ráðstevnan varir í tríggjar dagar. Sjálv ráðstevnan fer fram á Hotel Føroyum, og harumframt verður skipað fyri tiltøkum og útferðum, har luttakararnir fáa høvi at síggja Føroyar.

21. ráðstevnan fyri telefeløg í smátjóðum verður hildin frá mikudegnum 15. mai til fríggjadagin 17. mai.