Landsstýriskvinnan í mentamálum, Óluva Klettskarð, hevur í morgun havt fund við skúlastjóran á Tekniska Skúla í Tórshavn, Egon Øregaard, og formannin í Stýrinum fyri Tekniska skúla, Mourits Mohr
Partarnir hava í felag gjørt av at halda fram í samstarvinum um byggingina av skúladeplinum í Marknagili sum ætlað, ið fevnir um bygging av teimum trimum skúlunum Tekniskan skúla, handilsskúla og studentaskúla.
Partarnir samdust um at halda fram við byggiverkætlanini sum higartil. Umboðini fyri Tekniska Skúla í Tórshavn taka lut í arbeiðinum í bygginevndini, og uppgávan, sum skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkurin skuldi gera, verður tikin við í arbeiðið at endurskoða yrkisútbúgvingarnar í breiðari merking, sum longu er byrjað.
Landsstýriskvinnan er væl nøgd við fundin og er av teirri greiðu fatan, at allir partar í málinum eru sinnaðir at virka fyri, at ætlanin í Marknagili verður fullførd.