Teistin slapp ikki frá landi

SANDOY Fyrrapartin í gjár var aftur ólag á siglingini hjá Teistanum um Skopunarfjørð. Hesaferð var orsøkin ikki tekniskt brek, men tann nógvi vindurin.

Strandferðslan boðaði árla á morgni frá, at Teistin ikki sigldi regluliga teir fyrstu túrarnar á degi.
Sagt varð, at túrarnir av Skopun klokkan 08.10 og aftur klokkan 10.30 ikki vórðu sigldir orsakað av ringum líkindum. Teistin var fyrr um morgunin farin sín fyrsta túr á Gomlurætt, men her varð hann liggjandi nakrar tímar fram til klokkan 11.15, tá fyrsti túrurin til Skopunar varð sigldur.
Fleiri fólk skuldu til arbeiðis ella á fund í høvuðsstaðnum í morgun. Men tað sleppa ikki fyrrenn nakað væl aftaná døgurða.
Einki er at siga til, at fólk í Sandoynni so brennandi ynskja sær fast samband um Skopunarfjørð, so veðrið ikki verður ein forðan longur fyri at sleppa fram og aftur til arbeiðis ella annað á meginøkinum.