Talið á føroyingum sum arbeiða er størri enn nakrantíð

Hetta síðsta árið hava 800 føroyingar afturat fingið arbeiði

Í mars vóru 27.200 løntakarar í Føroyum. Tað eru gott og væl 800 fleiri løntakarar enn tað vóru í sama mánað í fjør, vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

Sostatt heldur vøksturin í løntakaratalinum fram og tað hevur heldur aldrin verið størri enn tað er nú.

Men uppgerðin vísir eisini, at gloppið ímillum kynini veksur. Í mars vóru góðir 14.100 menn og knappliga 13.100 kvinnur til arbeiðis í Føroyum. Fyri góðum fimm árum síðani vóru tað umleið 500 fleiri menn enn kvinnur, sum vóru løntakarar. Í dag er munurin gott og væl 1.000 ímillum bæði kynini.

Tað sæst eisini, at almennu - og privatu tænastuvinnurnar eru nógv størstu vinnur í Føroyum, tí heili 70 prosent av løntakarunum, ella einir 18.500 løntakarar eru í hesum vinnunum. Og av teimum eru stívliga helvtin í almennu tænastuvinnuni, sum sostatt er landsins størsta vinna.

Annars eru 15 prosent av løntakarunum í byggivinnu og aðrari tilvirking, og 15 prosent arbeiða í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu.