Takka nei til røktarheim fyri miðnámsskúla

Landsstýrið var um vikuskiftið á fundi við Vágs Býráð, har tað á kunnandi fundi førdi fram eina hugsan um at byggja røktarheim á økinum, har grivið er út fyri komandi miðnámsskúla. Ein skúladepil skal so ístaðin byggjast í Hovi. Eitt røktarheim hevði ført við sær eini 35 almenn arbeiðspláss og tað er við skúlapolitiskum hugsanum og við støðuni í Suðuroyar syðru helvt í huga, at landstýrismenn kunna um hugsanir sínar, men Vágs Býrað takkaði einmælt nei til tilboðið

Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt væl umboða lið úr landsstýrinum vitjar Suðuroynna, men um vikuskiftið vitjaðu 3 landsstýrismenn Vágs Býrað.
                      Hans Pauli Strøm og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismenn, og løgmaður Jóannes Eidesgaard, hildu kunnandi fund við Vágs Býrað í samband við hugsanir um skúlapolitikk og vánaligu støðuna í Suðuroynni, serliga í syðru helvt, tá hugsa verður um vinnu og arbeiðsloysi.
                      Landsstýrið kunnani um hugsanir sínar, sum innibera at leggja eitt røktarheim har, ið grivið annars er út fyri miðnámsskúla. Ístaðin skal so ein skúladepil gerast í Hovi, har fyrst miðnámsskúli og heilsuskúli skulu húsast, men síðani kanska annað eisini, so sum kanska handilsskúli. Sostatt skuldi heilsuskúlin á Tvøroyri eisini flutt til Hovs.
                      Við einum røktarheimi hugsar landsstýrið sær, at eini 35 almenn arbeiðspláss fylgja og gevur hetta eini 15. milliónur krónur í lønum og harvið vaksandi skattainntøkur.
- Talan er ikki um eitt tilboð, men um kunning um nakrar hugsanir í samband við fíggjarlóg og skúlahugsanir, eisini havandi støðuna í Suðuroyar syðru helvt í huga. Skattainntøkurnar í Vági eru fallandi, Miðnámsskúlaætlanin er koman hartil, at skal nakað endurskoðast, so skal tað vera nú og skúlapolitiskt verður víst á ein møguleika, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Í Hovi skuldi so heilsuskúli og miðnámsskúli verið í einum sjálvstøðugum skúladepli, har tað ikki sum nú viðvíkjandi miðnámskúlanum er talan um eina deild ev skúlanum í Hoydølum, vísir løgmaður á.
                     
Upp um kommunumørk
- Landsstýrið vísir á, at tørvurin fyri einum røktarheimi er til staðar og 35 stovnspláss geva eini 35 støðug arbeiðspláss av ymsum slag og talan verður eini 15 milliónur krónur í lønum, sigur løgmaður, sum leggur dent á, at talan bert hevur verið um kunnandi fund, har nakrar hugsanir hjá landsstýrinum hava verið uppi at venda, tí tá talan er um røktarheim, so er hetta nakað, sum eigur at koma frá kommununum sjálvum.
- Ein skúladepil í Hovi kann kanska bróta ísin og vísa, at vit standa saman. Og kanska er Hov partur av Vágs kommunu um nøkur ár, hvør veit? Vit mugu lyfta okkum upp um kommunumørkini, sigur Jóannes Eidesgaard, og spurdur, um hann við hesum ætlar at flyta heilsuskúlan úr valdøminum, sum hann er valdur í, so sigur hann, at tað má hann við hesum taka á seg.
 
Eitt samt nei í býráðnum
Men Vágs Býrað takkaði einmælt nei til ætlanirnar hjá vitjandi landsstýrismonnunum.
- Hetta er eitt tilboð, sum gongur út yvir okkurt annað, sigur Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, og vísir á ætlanirnar við miðnámsskúlanum.
- Ongar ætlanir eru um røktarheim og tað er ein kommunal uppgáva, ið eigur at koma frá kommununum sjálvum. Harafturat hava vit stríðst fyri at fáa miðnámsskúlan. Men um landsstýrið vil byggja røktarheim, so hava vit onki ímóti tí. Tað eru teir vælkomnir til. Líkamikið hvar tað so liggur, tí tá eru vágbingar eisini við, tí kommunurnar eru felags um røktarheim, sigur Jógvan Krosslá.
                - Vit eiga eitt røktarheim, sum liggur á Tvøroyri. Allar kommunurnar eiga tað í felag og hava vit verið stak væl nøgd við tað. Har starvast eisini eini 15 ? 18 vágbingar, sigur Jógvan Krosslá, sum harvið eisini vísir á, at eitt møguligt røktarheim í Vági ikki so víst bert gevur størv til vágbingar.
                Men missir ein ikki meira fyri minni við at siga nei? Er tað, at fáa eini 35 almenn størv til Vágs ella Suðuroyar, ikki eitt tilboð, sum er ov gott at takka nei til?
- Vit hava onki ímóti, at eitt røktarheim verður bygt og heldur ikki nakað ímóti einum skúladepli. Men hví ikki gera tað har, ið tað er frammanundan? Hesar ætlanir hava vit ikki kravt ella biðið um og vit skilja tað ikki. Og hví skal ein møguligur skúladepil treytaleyst liggja í Hovi? Hví ikki her, sum skúli nú verður bygdur? Kommunurnar eiga í felag eitt røktarheim og tað liggur á Tvøroyri og tað hevur verið fínt og vit hava tað gott við tí. Hví aftur nú fara og at flyta Miðnámsskúlan, tá hann er í Vági, og aftur fáa klandur í? Og ein depil kann eins væl vera her, sigur Jógvan Krosslá, sum altso heldur sær eindirnar lagdar har, ið tær frammanundan eru.
                Hann vísir eisini á, eins og løgmaður, at tað almenna fíggjar helmingin av einum røktarheimi, meðan kommunurnar í felag fíggja hin helmingin. Raksturin er landsuppgáva.
- Hinvegin er miðnámsskúlaætlanin 100 % ein landsuppgáva, vísir Jógvan Krosslá á og hann minnir á, at óhugsandi er ikki, at eldraøkið um heilt fá ár verður lagt til kommunurnar at umsita.
               
Løgmaður skilir støðuna
Spurdur um landsstýrismenn vóru vónbrotnir eftir fundin, ella um løgmaður skilir einmæltu støðutakanina hjá Vágs Býrað, sigur Jóannes Eidesgaard, at talan er bert um eitt útspæl.
- Men um býráðið metir, at landsstýrið ætlar at forkoma ætlanini um miðnámsskúla, so skilji eg støðuna, men tað er tað als ikki talan um. Men hetta er bert eitt útspæl og ein partur av nøkrum hugsanum, men ein missir altso ikki nakað við hesum, sigur Løgmaður,  sum ? saman við landsstýrismonnum sínum - ikki fekk sannført Vágs Býrað um framtíðarhugsanir sínar, men báðir partar fegnast um fundin, sum var sámuligur og góður, hóast staðfestast kann, at onki ítøkiligt kom burturúr fundinum.