Javnaðarflokkurin leggur seg ikki út í, hvussu tingfólk málbera seg, tí tað mugu tey sjálvi standa til svars fyri, bæði fyri løgtingsformanninum og veljaranum Javnaðarflokkurin blandar seg ikki upp í, hvussu John Johannessen, ella onnur tingfólk úr øllum flokkum, málbera seg á tingsins røðarapalli.
Tað ger Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, púra greitt fyri Kára P. Højgaard, formanni Sjálvstýrisfloksins.
Sostatt vil Javnaðarflokkurin ikki taka støðu til útsøgnina hjá John Johannessen um, at tað ber ikki til at samstarva við Kára á Rógvi, tingmann fyri Sjálvstýrisflokkin
Tann útsøgnin tók Sjálvstýrisflokkinum so fast, at hann vildi hava at vita um Javnaðarflokkurin tekur undir við hesum.
Men tað fær hann ikki at vita!
- Javnaðarflokkurin fer ikki at leggja seg út í, hvussu okkara egnu tingfólk ella tingfólk úr øðrum flokkum málbera seg á tingi, sigur Jóannes Eidesgaard við Kára P. Højgaard.
Hann sigur, at talifrælsi valdar á Løgtingi og hvør tingmaður má sjálvur standa til svars fyri tí, ið sagt verður bæði fyri formansskapinum og veljaranum
Annars staðfestir formaðurin í Javnaðarflokkinum, at støðið á tí, sum verður sagt frá tingsins røðarapalli, er fallið munandi seinnu árini.
- Hetta er so ein avleiðing av, hvat formansskapurin letur um seg ganga.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað, sum John Johannesen segði, var ein staðfesting av arbeiðslagnum hjá Kára á Rógvi.
- Eg má siga, at hetta er fyri lítið at rokna í mun til, hvat er sagt av tingmonnum eisini av Kára á Rógvi um aðrar tingmenn.
Jóannes Eidesgaard sigur, at sjálvur er hann niðurgjørdur av tingmanni, uttan at hann varð átalaður av formanninum.