Tak ikki forskot uppá trupulleikarnar

? Vit hava nóg mikið av trupulleikum sum er, so tað er eingin orsøk at taka nýggjar trupulleikar út úr luftini, sigur løgmaður um orðini hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni við sjálvstýrismálum, um, at ein samtykt av uppskotinum um Búskapargrunn Føroya kann gerast eitt brátt farvæl til blokkin

 

Hóast landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum í Sosialinum í gjár vísti á, at júst málið um Búskapargunn Føroya kann gerast dropin, sum fær donsku stjórnina at venda tímaglasinum og seta fýra ára skiftistíðina í gongd, og at tað má politiska skipanin í Føroyum vera fyrireikað uppá, so hevur løgmaður ongan hug at byrja nakað kjak um hetta.

? Eg haldi at tað er at dyrka nakrar trupulleikar, sum ikki eru har, um vit longu nú skulu fara at fyrireika okkum uppá, hvat danir møguliga fara at halda um búskapargrunnin, tá hann verður samtyktur, sigur løgmaður.


Skulu verða fyrireikað

Løgmaður er tó samdur við landsstýrismanninum við sjálvstýrismálum í, at politiska skipanin í Føroyum eigur at vera fyrireikað til at danska stjórnin kann fara undir minka blokkin burtur.

? Vit skulu vera innstillað uppá, at blokkurin úr Danmark kann fella burtur nær tað skal vera. Um dan ir ætla at skera blokkin burtur eftir fýra árum, so kunnu teir gera teir tað uttan at spyrja nakran eftir. Og tað er tað, sum vit nú royna at búgva føroyska búskapin til, millum annað við búskapargrunninum, sigur Anfinn Kallsberg, sum tó ikki væntar, at júst málið um Búskapargrunn Føroya fer at seta ferð á eina slíka gongd.

? So leingi vit arbeiða eftir samtyktu ætlanini um at vit skulu yvirtaka málsøki og samstundis yvirtaka fíggjarligu ábyrgdina av teimum, dugi eg ikki at síggja hví danska stjórnin skal reagera upp á tað. Eftir tí, sum vit hava fingið at vita frá donsku stjórnini, so tekur hon undir við hesi gongdini.


Týdningarmikið mál

Tá tað er sagt má løgmaður kortini ásanna, at danska stjórnin ikki vísir so nógva vælvild í yvirtøkuarbeiðinum.

? Tí havi eg eisini boðað frá í Løgmansrøðuni, at tað helst verður eitt trupult heyst. Men at taka forskot uppá hvat danska stjórnin heldur um búskapargrunnin, og hvørjar trupulleikar tað møguliga kann geva, fari eg ikki at gera. Búskapargrunnur Føroya er tað mest umráðandi málið í sambandi við allan framtíðar búskaparpolitik í Føroyum yvirhøvur, tí hann er so nógv meira enn bara ein skiftisgrunnur til at fíggja sjálvstýri við, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður í viðmerking til orðini hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um møguligu avleiðingarnar, sum málið um Búskapargrunn Føroya, kann hava fyri viðurskiftini við Danmark.