Ólavsøkukabarettin í ár verður ikki sum hon plagar at vera. Tað verður nevniliga ikki sami bólkurin av kvinnum, sum í fjør syrgdu fyri ólavsøkukabarettini, ið aftur í ár verða á palli í Sjónleikarhúsinum.
Í staðin verða tað teir báðir royndu, Bárður Persson og Jákup Dahl, ið skulu standa fyri undirhaldinum á ólavsøku.
- Vit eru stutt síðani komnir úr summarfrí, og hava tí ikki havt góða tíð til venjingar, siga teir báðir við ólavsøkublaðið hjá Sosialinum.
Ætlanin var, at talan suldi vera um eina framsýning við skemtisøgum burturav, men hetta er broytt soleiðis, at umleið ein triðingur ella fjórðingur verða skemtisøgur og restin verða so stuttir skemtileikir og einrøður.
- Tað verða sjálvandi ávís offur, og sjálvsagt er, at Jørgen Niclasen er eitt teirra, siga teir báðir.
Eisini verður talan um heilhugaðan sambandsmann, ið hatar Høgna Hoydal. Annars verður talan um eina breiða viftu av samfelags viðurskiftum, sum verða havd á lofti, sigur Bárður Persson.
Hann heldur, at tað fyrst og fremst ræður um, at fólk hava tað stuttligt. - Tað er als ikki meiningin, at oyðileggja ólavsøkuna hjá fólki, sigur hann.
|