Tað blivu heili fýra heiðrar til Jóannes Bjartalíð aftaná lokna kappingarárið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, OBOS-liguni.
Umframt at vera ársins spælari og toppskjútti hjá Fredrikstad FK er Jóannes eisini kosin at vera ársins keyp í OBOS-liguni, og kosin at vera ársins spælari hjá Fredrikstad FK.
Jóannes má nú útbyggja steypaskápið heima í Klaksvík.
Miðlahúsið ynskir Jóannesi tillukku við øllum fýru heiðrunum hann hevur fingið aftaná fyrsta kappingarárið í Noregi.