Tað verður strævið hjá portugisum

Nývaldi forsætisráðharrin í Portugal, Pedro Passos Coehlho, ávaraði í gjár portugisiska fólkið um, at tey bæði næstu árini vera ræðulig við metstórum arbeiðsloysi, men at so fer at ganga tann rætta vegin við búskapinum.

Coehlho, sum er sosialdemokratur, varð í gjár tilnevndur forsætisráðharri, og stjórnin verður væntandi mannað í næstu viku. Ein av hennara fyrstu uppgávum verður at fremja lógir, sum skulu gera, at Portugal lýkur treytirnar, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava lagt við fyri at lata landinum ein hjálparpakka við 78 milliardum evrum í.

-Hetta fer millum annað at krevja skattahækkingar og sera stórar sparingar, men vit hava ongan annan møguleika, sigur Passos Coelho við Financial Times.