Tað er ikki ofta at hoyra løgtingslimir klappa í Løgtinginum. Men tað gjørdu teir fyri eini løtu síðani, tá ið Løgtingið atkvøddi um eitt uppskot um at loyva bryggaríunum at selja sterkt øl og cider í teirra egnu sølubúðum.
Sum er, kunnu bryggjaríini bara selja øl, upp til 5,8 prosent, tí alt annað hevur Rúsan einkarrætt til at selja.
Men Magni Laksáfoss hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at bryggjaríini eisini skulu sleppa at selja sterkt øl, cider og rúsdrekka, tey sjálvi framleiða. Tað endaði við eini semju við samgonguna um, at samgongan skuldi atkvøða fyri tí, og aftur fyri skal Magni Laksáfoss atkvøða fyri fíggjarlógini. Magni Laksáfoss hevur kortini eisini kravt, at skótadepilin á Selatrað, fær eina játtan á fíggjarlógini, og tað hevur samgongan eisini góðtikið.
Men Løgtingið skal samtykkja eitt slíkt mál tvær ferðir, áðrenn tað verður sett í gildi. Og beint nú, áðrenn Løgtingið skuldi atkvøða um tað seinnu og endaligu ferðina, royndu nakrir tingmenn at forða fyri tí. Teir løgtingsmenninir eru Jenis av Rana, Magnus Rasmussen, Jógvan á Lakjuni, Kári P. Højgaard og Bill Justinussen, og teir mæla til at halda fast um tað, sum er galdandi higartil, altso at bryggjaríini bara skulu sleppa at selja øl upp til 5,8 prosent í styrki.
Og fyri eini lítlari løtu síðani atkvøddi Løgtingið so endaliga um uppskotið. Væntandi fór tað bara at vera eitt avgreiðslumál, tí samgongan og Magni Laksáfoss hevði eina avtalu um hetta.
Men tað gekk ikki sum ætlað, tí endaliga úrslitið varð, at Løgtingið feldi uppskotið, og sostatt er tað endaliga avgreitt. Tað merkir, at støðan óbroytt og tað merkir eisini, at bryggjaríini sleppa framvegis bara at selja øl, sum er upp til 5,8 prosent.
Hetta hetta fekk fagnaðin at ljóða í Løgtinginum, tí tað vóru løgtingslimir, sum klappaðu, tá ið úrslitið av atkvøðugreiðsluni varð greitt.