Soleiðis gera vit ikki í mentaða heiminum er norðan- og vestanfyri. Ikki stjórnirnar í hvussu er.
Tó við einum undantaki kortini. Í Føroyum hevur lóggevandi tingið, Guð hjálpi mær, funnið uppá, at tað skal “heita á” leiðsluna í landsins almenna kringvarpi um at leggja ávísa sending ávísa tíð á degnum. Slíkt er óhoyrt í siviliseraðum landi.
Tað er sjálvsagt, at biskupur og próstur, prestafelag, fyristøðufólk á ellisheimum og sambýlum, pensionistafelagskapir og hundraðtals privatpersónar heita á Kringvarp Føroya um ikki at flyta morgunlesturin. Tingfólk kundu so passandi lisið og hildið seg til Matteus 22.21.
Persónliga haldi eg, at hasir tíggju minuttirnir kundu gott verið latnir teimum, sum lurta eftir hasi sendingini. Tey eru nógv. Kenni persónliga fleiri, sum harmast um hasa avgerðina.
Men at landsins lóggevandi forsamling skal blanda seg í slíkt umsitingarligt mál, hóast tað enn bara var við eini áheitan, er nokk so langt úti. Hvat verður tað næsta? Skal Løgtingið kanska velja ein programnevnd til Kringvarpið og eina sensurnevnd fyri pressuna sum heild? Tað gera tey í londum sum Zimbabwe og Russlandi. Onkra klára løtu megnaði Jeltsin tó at taka hetta av, men eftirmenn hansara hava innsett góða, gamla KGB eftirlitið við pressuni aftur. Og teir journalistar, sum eru so mikið tápuligir, at teir siga sína meining, verða bara skotnir. So er friður.
Ikki tí. Í Føroyum er hetta ikki ókent kortini, at tingmenn vilja blanda seg í slíkar avgerðir. Tí hevur til dømis Strandferðslan livað við í áravís. Varð ein ferðaætlan lýst, var næstan víst, at lokali tingmaðurin reisti stórmál á Løgtingi fyri at flyta rutuna ein hálvan tíma ella nakrar fjórðingar til næstu bygd, sum eisini skuldi hava sjóvegis samband við umheimin. Slíkar eru treytirnar, umsitingin virkar undir í Føroyum. Og vit grenja um, at hon er dýr. Vælsignaði tingfólk. Fáið handan Sandoyartunnilin gjørdan, so vit um ikki annað sleppa undan klandri um ferðaætlanina hjá Teistanum í framtíðini.
Men kanska var tað bara eitt kærkomið høvi hjá tingfólki at lætta samvitskuna mótivegis stóra skaranum av pensionistum?
So ivaleyst átti Kringvarpið at sent morgunlesturin aftur fyrrapart. Tingfólk hava í hvussu er brúk fyri nøkrum góðum og uppbyggjandi orðum, áðrenn tey fara til arbeiðis.