Næstbesta liðið hjá ÍF var tætt við at vinna stig í dag, tá ið fuglfirðingar vitjaðu á Vágseiði.
Suðringar vunnu 2-1. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.
Tvífaldur málskjútti hjá Suðringum var Teitur Krosslá Mortensen, sum nú hevur skorað níggju mál í 1. deild í ár.
ÍF legði bragdliga fyri, og í 11. minutti varð støðan 1-0 til ÍF. Málskjútti var Jákup Olsen, sum skoraði fyri fyrstu ferð í ár.
Undan steðginum bæði javnaði heimaliðið og legði seg framum. Teitur Krosslá Mortensen javnaði, tá ið hálvleikurin var hálvrunnin, og hann skoraði sigursmálið, tá ið tað restaði ein minuttir av fyrra hálvleiki.
Úrslitið ber við sær, at Suðringar nú hava 26 stig og eru fimm stig frá níggjunda plássi.
At ÍF fór at flyta niður hevur verið greitt tað mesta av kappingarárinum. Nú er tað púra víst, at næstbesta ÍF liðið næsta kappingarár aftur fer at spæla í triði bestu deildini. Tað eru seks umfør eftir at ársins landskapping í fyrstu deild. Harvið ber tað í mesta lagi til at vinna átjan stig. ÍF hevur einki stig og er 25 stig frá bjargingini.










