-Eg eri væl nøgdur við, at vit eru komin har til, at vit fáa eitt uppskot í tingið, sum hevur verið í gjøgnum hesa longu drúgvu tilgongdina, sigur Høgni Hoydal í samrøðu við Rás2 í dag.
Hann greiðir frá, at tað í uppskotinum eru gjørdar fleiri neyðsemjur, har allir partar siga, at teir kundu ynskt sær at eitthvørt varð øðrvísi, men at hetta er tað. sum full semja er um í samgonguni.
Tá skjalið er komið í tingið skal tað viðgerðast og í nevnd. Høgni Hoydal heldur, ein av avbjóðingunum verður viðvíkjandi vinnuflotanum, har nógv er at diskutera. --
-Tað eru tríggjar øgiliga stórar broytingar í uppskotinum, sum gera, at tað er stór og sterk viðger av uppskotinum í tí almenna rúminum, sigur hann
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini.